Svar upp á fyrispurning nr. 52-009/2025 sambært § 52a í tingskipanini til Margit Stórá, landsstýriskvinnu, frá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinnu, um hvørja ávirkan veðurlagslógin hevur fyri komandi oljuleiting og húsarhaldini í Føroyum
Spurningar:
1. Verða forðingar gjørdar fyri framtíðar oljuleiting í Føroyum við veðurlagslógini?
2. Kann tað væntast, at kostnaðurin fyri el verður dýrari við veðurlagslógini?
3. Ætlar landsstýriskvinnan at binda komandi Løgting við nýggju veðurlagslógini, soleiðis, at sjálvt um veljarin í ár 2030 ella 2040 ikki vil fylgja málum, sum landsstýriskvinnan fremur nú í 2025, at komandi ættarlið verður bundið niður við komandi veðurlagslóg?
Svar til spurning 1:
Nýtslan av fossilum brennievni er ein høvuðsorsøk til veðurlagskreppuna. Og skulu heimsins tjóðir forða fyri ógvusligu avleiðingunum av veðurlagsbroytingum, er alneyðugt at avmarka nýtsluna av fossilum brennievnum skjótast gjørligt.
Uppskotið til veðurlagslóg hevur tó ongar ásetingar um oljuleiting ella avgjøld til vinnuna ella fólkið sum heild. Í sjálvum sær leggur uppskotið til veðurlagslóg ikki forðingar fyri framtíðar oljuleiting í Føroyum. Lógin ásetur langtíðarmál um netto null útlát í 2050. Hetta merkir, at føroyska útlátið av vakstrarhúsgassi í 2050 ikki skal vera størri enn upptøkan ella bindingin av vakstrarhúsgassi í lendi og vøkstri og møguliga goymslu av vakstrarhúsgassi.
Vátlendi binda natúrliga nógv CO2 og tí er týðandi at verja vátlendi runt um í landinum. Eisini er tøkni longu ment at fanga og goyma CO2. Higartil eru tað serliga oljuvinnan og tungur framleiðsluídnaður, sum hava ment og brúka hesa kostnaðartungu tøkni, tí tað er hjá hesum vinnum, at orkuskiftið er trupult at fremja.
Sum flestum kunnugt arbeiðir Jarðfeingi við einari royndarverkætlan, har kannað verður, hvussu basaltfláirnar kunnu brúkast sum goymslugrýti til CO2. Í stuttum snýr tað seg um at pumpa CO2 niður í basaltfláirnar, har vatn og salt í fláunum eru við til at fremja eina rættiliga skjóta mineralisering, har CO2 verður gjørt um til tinnur. Hetta forðar fyri, at CO2 setur upp í lofthavi.
Longu nú eru fleiri vinnur, granskingarstovnar og lond, sum brúka milliónir av krónum at menna CO2-goymslur í undirgrundini, so oljuvinnan og onnur kunnu minka CO2-útlátið, fyri at hesi lond kunnu minka um teirra útlát av vakstrarhúsgassi.
Svar til spurning 2:
Roknast kann ikki við, at kostnaðurin av el verður dýrari við veðurlagslógini, hóast kravið um at minka útlátið eisini rakar SEV og allar orkuveitarar. Í Føroyum hava vit higartil verið í tí hepnu støðu, at varandi orkukeldurnar hava verið kappingarførar við oljuna í elskipanini. Men elframleiðslan stendur einans fyri umleið 13 % av samlaða føroyska útlátinum, og skulu vit flyta okkum burtur frá dálkandi fossilum brennievnum, so er tørvur á, at elframleiðslan økist munandi, og at allir samfelagsgeirar leggja um frá fossilum brennievnum til orku úr varandi orkukeldum.
Orkuskiftið stendur fyri stavn og vit koma ikki uttanum tað.
Svar til spurning 3:
Stutta svarið er nei. Løgtingið er lóggávuvald og kann samtykkja og avtaka løgtingslógir.
Og tað er neyvan beinrakið at siga, at “komandi ættarlið verður bundið niður við komandi veðurlagslóg”.
Um hugt verður í hoyringarsvarini frá 2022, tá uppskotið til galdandi orku- og veðurlagspolitkk varð lagt fyri Løgtingið, so vóru mong, eisini ung, ið hildu, at málið um minking í útlátinum varð sett ov lágt og at átøkini vóru ov lítið ambitiøs.
Flestu kanningar vísa eisini, at ungu ættarliðini eru munandi meira ambitiøs í mun til átøk á veðurlagsøkinum. Kortini varð politikkurin samtyktur av Løgtinginum. Sambært uppskotnu átøkunum eru fleiri enn helmingurin framd í verki.
Sambært árligu uppgerðini yvir útlátið av vakstrarhúsgassi 2024 letur tað til, at føroyska útlátið av vakstrarhúsgassi er hildið uppat at vaksa. Vónandi fer minkingin at standa við.
Uppskot til veðurlagslóg er ætlað sum nýggjur karmur og politiskt stýrisamboð at implementera Veðurlagssáttmálan og Parísavtaluna og mál Føroya at røkka netto null útláti í 2050. Longu fyrst í 1990’unum samtykti Løgtingið Veðurlagssáttmálan og í 2016 tók landsstýrið undir við Parísavtaluni.
Í eini veðurlagslóg skulu vit tora at seta okkum stór mál og vit skulu tora at gera tey bindandi.
Hetta vísir, at vit meina tað, tá vit tosa um burðardygd og framtíðartrygd.
Ynskja Løgtingið og veljarin í framtíðini eina aðra rættarstøðu, ja so ber Løgtinginum til at broyta og avtaka verandi løgtingssamtyktir og at broyta og strika verandi løgtingslógir, og tað er eisini galdandi fyri eina komandi veðurlagslóg.
Margit Stórá
landsstýriskvinna
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



