Leiðarin í ES-kommisjónini segði í talu síni til samveldið, at Evropa gerst sterkari og sjálvstøðugari.
Hon siteraði byrjanarlinjuna í skaldsøguni hjá Charles Dickens «Tveir býir» («A tale of two cities»)::
- Tað var tann besta av øllum tíðum, tað var tann ringasta.
Leyen segði seg halda, at ES ongantíð hevur verið sterkari, samstundis sum heimurin sær ótryggari út, enn hann hevur verið í langa tíð. Hon talaði fyri evropeiskum sjálvstýri:
– Í einum køldum, viðkvomum heimi í dag er tað bara Evropa, sum kann skapa evropearum satt sjálvstýri, segði hon í røðu síni í Evropatinginum í morgun, skrivar norska TV2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



