Meira ræður um tað, ið rætt er, enn hvør ið rætt fær
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Meira ræður um tað, ið rætt er, enn hvør ið rætt fær
- V. Poulsen
Onnur tíðindi

Mynd tikin við fylgisveini sum vísa tjøld til sóttarhald og viðgerð av ebola sjúklinugum.

Mynd tikin við fylgisveini sum vísa tjøld til sóttarhald og viðgerð av ebola sjúklinugum.

Mynd tikin við fylgisveini sum vísa tjøld til sóttarhald og viðgerð av ebola sjúklinugum.

Tað fall ikki í góða jørð, tá tað herfyri kom fram, at USA hevur í hyggju at byggja eina miðstøð fyri amerikanskar ríkisborgarar í Afrika sum eru ella møguliga eru smittaðir við ebola. Har kunnu teir so vera í viðgerð og sóttarhaldi, áðrenn tey sleppa heim til USA.

Men tað er bara tað, at illa smittandi og sera deyðiliga ebola sóttin er higartil ongantíð staðfest í Kenya, og tí eru fólk har alt annað enn fegin um ætlanirnar hjá USA. 

Fakfólk hava kallað averðina hjá USA bæði óetiska og kanska eisini ólógliga, men ein roynd hjá hægstarætti í Kenya at steðga ætlanunum er sett til viks av forsetanum, William Ruto. Hann sigur, at talan er um eina avtalu millum vinir, og Kenya vil sjálvandi hjálpa USA tá á stendur.

- Slappið bara av, vit eru ábyrgdarfull og vita hvat vit gera, hevur hann sagt.

Sóttarhaldið skal vera á Laikipia hernaðarstøðini sum liggur einar tríggjar tímar í bili frá høvuðsstaðnum, Nairobi.

Ebola ger serliga um seg í DR Congo, har hevur WHO higartil skrásett 381 tilburðir og 64 sum eru deyð.

Sagt verður av heilsumyndugleikunum í norðurlondum, at lítil vandi er fyri smittu her. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #