Eitt barn, ein lærari, ein bók og ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eitt barn, ein lærari, ein bók og ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
Politikkur

Svar uppá fyrispurning nr. 52-007/2025 frá Eyðdis Hartmann Niclasen, løgtingskvinnu, settur Ruth Vang, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, um kostnaðin av arbeiðs- og uppihaldsloyvum og familjusamanføring.

Fyrispurningurin er soljóðandi:   
1. Hvørjar útreiðslur hevur tað almenna av at umsita skipanina við arbeiðs- og uppihaldsloyvum, undir hesum til starvsfólk, KT-skipanir og arbeiðið við afturferðarloyvum?

2. Hvørjar útreiðslur hava land og kommunur av familjusamanføring hjá útlendskari arbeiðsmegi, eitt nú til dagstovnar, skúlar, heilsuverk, integratión og barnaverndartænastur?

3. Er nøkur samlað meting gjørd av netto-íkastinum fyri samfelagið, tá bæði inntøkur og útreiðslur verða roknaðar saman, og í so fall, hvat vísir tann metingin?

Svar til fyrispurning nr. 1 
Føroyskir myndugleikar yvirtóku tann 1. september 2024 málsviðgerðina av arbeiðsloyvum, afturferðarloyvum og familjusamanføringum. Útlendingastovan umsitur útlendingamál og játtanin er 10,1 mió. kr. fyri 2025. Í fíggjarlógini fyri 2025 sæst hvat játtanin verður brúkt til og hvussu nógv starvsfólk eru.

Útlendingastovan upplýsir, at tey brúka áleið eitt ársverk til viðgerð av afturferðaloyvum.

Svar til fyrispurning nr. 2 og 3 
Tað er greitt, at útlendsk arbeiðsmegi og familjusamanføring hava bæði fíggjarligar og umsitingarligar avleiðingar fyri land og kommunur. Ongar samlaðar metingar eru gjørdar av hvørki kostnaði ella inntøkum frá hesum persónum. Tí eru fyribils metingar bygdar á danskar greiningar og yvirskipaði hagtøl.

Hagstovan hevur eitt ynski um at knýta dáturnar hjá Útlendingastovuni í hagtalsgrunnin. Hetta hevur víst seg at vera trupult og tí fer tað at vera tikið upp ímillum Fíggjarmálaráðið og Løgmálaráðið, soleiðis at tað frameftir ber til at gera góðar greiningar av øllum útlendingaøkinum.  

Danskar greiningar vísa, at útlendsk arbeiðsmegi sum heild er eitt positivt íkast til danska almenna búskapin. Tað veldst tó í stóran mun um hvør arbeiðsmegin er, hvussu hon er komin til landið og hvørji krøv tað almenna setir. Er talan um fólk, sum koma í styttri tíðarskeið ella fólk sum vera verandi? Taka tey familjuna við ella ikki, eru tey komin fyri at arbeiða, lesa ella er talan um flóttafólk?

Tá Fast Track skipanin í farna valskeiði var sett í verk, vóru eingi krøv sett til samfylgjandi familju.  

Bjarni Kárason Petersen hevur broytt kunngerðina, um atgongd hjá útlendingum til Føroya, so at fólk við arbeiðsloyvi skulu hava ávísa inntøku, áðrenn tey kunnu taka familjuna við til Føroya. Hetta hevur minka talið av samfylgjandi familjum við eini helvt.  

Í nýggjastu frágreiðingini frá Búskaparráðnum sæst, at útlendingar nú eru 9% av samlaðu starvsfólkatalinum. T.d. sæst at útlendingar fylla støðugt meira av fiski- og framleiðsluvinnuni. Ført hevur verið fram, at fiskavirkisskipanin virkar sum vinnustuðul og fastheldur arbeiðsmegi í vinnu, sum liggur still, meðan stórur tørvur er á arbeiðsmegi aðrastaðni í búskapinum. Tølini fyri útlendska arbeiðsmegi benda á, at útlendska arbeiðsmegin nú savnast um hesar vinnu og sambært ársfrágreiðingini fyri 2023 frá ALS eru útlendingar ein vaksandi partur av fiskavirkisskipanini.  

Tað gevur lítla meining, at Føroyar innflyta arbeiðsmegi, sum verður alment stuðla til ikki at arbeiða. Skal Føroyar mennast sum eitt land er neyðugt at tilflytingin gevur eitt týðandi ískoyti til føroyska samfelagið.  

Til tað krevst ikki bara góð integratión og almenn fyrisiting sum kann taka ímóti. Tað krevur eisini, at vit tora at seta krøv til tey sum koma og at vit ikki hava skeiklandi skipanir, sum eggja til ein óeffektivan vinnubygnað. M.a. tí haldi eg, at vit eiga hyggja eftir, um tað gevur meining við eini fiskavirkisskipan frameftir.   

Tinganes, 10. september 2025 
Ruth Vang 
Landsstýriskvinna í fíggjarmálum 
         

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #