Endamálið við allari almannahjálp átti at verið, mest møguligt, at gjørt hjálpina óneyðuga
- Ronald Reagan

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eftir at Leicester, Chelsea og Tottenham øll høvdu mist stig, hevði Manchester United góðan møguleika at fáa fastari tak á Champions League-billettini, og tað eydnaðist við sigrinum á Brighton

Fimm minuttir fyri fulla tíð dundraði Joe Willock javnandi málið inn via tvørstongina

Eftir eitt tungt tíðarskeið er Liverpool aftur við í stríðnum um Champions League-pláss

Benjamin Mendy og Gabriel Jesus skoraðu, tá ið heimaliðið Leicester tapti móti oddaliðnum í Premier League

London-felagið hevði ikki fingið nakað mál ímóti sær á heimavølli undir Thomas Tuchel, men so kom botnliðið West Brom á vitjan

Undrunarverda málið hjá Thomas Delaney undir venjing hevur fingið allar heimsins miðlar til tastaturið

Sergio Agüero takkar fyri seg eftir tíggju ár í Manchester City

Danmark varðveitir fremsta pláss í bólki F eftir ein 8-0 sigur á Moldova í dag

Fyrrverandi franska fótbóltsstjørnan Thierry Henry sigur at hann gevst á sosialu miðlunum inntil feløgini sum eiga sosialu miðlarnar gera nakað við net-trøllini

Ole Gunnar Solskjær er í ferð við at undirskriva nýggjan sáttmála við Manchester United. Tað skriva fleiri miðlar, millum annað ESPN

Frakland fekk eina skuffandi byrjan við úrslitinum 1-1 heima ímóti Ukraina. Antoine Griezmann skoraði fyri heimaliðið við einum flottum máli

Favoritturin Holland byrjaði við trupulleikum í kvalifiseringini til Katar-HM. Turkaland vann 4–2 í byrjanardystinum í Istanbul

Tottenham hálar seg spakuliga upp á stigatalvuni og er nú trý stig undir Chelsea og tvey stig yvir Liverpool eftir 2-0 sigurin í kvøld á Aston Villa

Manchester United hevði ikki tapt á útivølli í heimligu kappingunum í 29 dystum, men í kvartfinaluni í FA-cup endaði superrøðin

West Ham skakaði Arsenal við at skora trý mál fyrstu 33 minuttirnar. Men so byrjaði Martin Ødegaard

Tann nýggja sponsoravtalan hjá Manchester United kemur væl við hjá felagnum, sum er hart rakt av alheimsfarsóttini

Rangers-leikarin Kemar Roofe var útvístur eftir at hava sparkað Slavia Praha-málverjan Ondrej Kolar í andlitið í Europa League-dystinum í kvøld. Slavia Praha tryggjaði sær kvartfinalupláss

Innskifti Paul Pogba gjørdist matchvinnari tá ið Manchester United vann Europa League-dystin móti Milan 1-0

Mislav Orsic sjokkeraði Tottenham og Jose Mourinho við hat trick sum gippaði London-ligið út úr Europa League

Beint áðrenn flogfarið fór avstað við hópinum til italienska mótamekkaið, komu boðini um, at Edinson Cavani var ikki klárur til dystin móti Milan

Luis Suárez hevur ikki skorað í 25 Champions League-dystum á útivølli ella nevtralum vølli og tað miseydnaðist eisini hjá honum á Stamford Bridge

Zlatan Ibrahimović (39) er við í landsliðshópinum hjá Svøríki fyri fyrstu ferð í fimm ár. - The return of the God, skrivar Zlatan á Instagram

Wolves-málverjin Rui Patricio stoytti inn í knæið hjá viðleikaranum Conor Coady og steðgaði hetta dystinum í einar 15 minuttir

Manchester United tók eitt risafet móti Champions League-luttøku næstu sesong eftir 1-0 sigurin á West Ham í kvøld. Men Greenwood var óheppin við tveimum skotum á steingina

Í London-derbyinum millum Arsenal og Tottenham skoraði Lamela, sum kom inn fyri ein skaddan Son, við eini rabona-perlu

Chelsea fekk bert eitt stig í dystinum í dag móti Leeds. Dysturin endaði 0-0

The Times skrivar at Chris Wilder hevur fingið fótin sum venjari í Sheffield United

Síðst í yvirtíðini javnaði Milan við frálíkum máli av dananum Kjær

Fleiri Barcelona-fjeppar roknaðu helst við eini endurtøku frá 2017 undan seinna dystinum í kvøld móti PSG, men so var ikki

Liverpool er í kvartfinaluni í Champions League eftir tveymálssigur móti Leipzig

Manchester United hevur sett John Murtough sum fyrsta ítróttarstjóra í felagnum. Tað skrivar felagið á Twitter

Tey bæði málini hjá Erling Braut Haaland í kvøld móti Sevilla sendu Borussia Dortmund víðari til kvartfinaluna í Champions League

Joachim Löw gevst sum landsliðsvenjari hjá týska landsliðnum eftir EM-endaumfarið í summar, sambært týska fótbóltssambandinum

Seinast Everton vann á heimavøllinum hjá Chelsea var í 1994 og hava liðini síðani tá leikt 26 dystir uttan at Everton kundi fara sum sigurharri av Stamford Bridge

Í gjár gjørdist greitt at Rangers er skotskur meistari, sum er fyrsta meistaraheitið í tíggju ár

Mál av Bruno Fernandes og Luke Shaw góvu Manchester United ein tryggan 2-0-sigur í Manchester-derbyinum úti móti suverena Manchester City

Skansan Anfield slapst ikki ígjønum í næstan trý ár. Í dag tapti Liverpool sítt sætta heimatap á rað

Norska superstjørnan Haaland herjar í týskum fótbólti. Í kvøld skoraði hann tvey mál móti heimsins besta liði Bayern München

Liverpool tapti 0-1 móti Chelsea á Anfield, sum er fimta heimatapið á rað hjá Liverpool. Mason Mount skoraði málið tríggjar minuttir fyri hálvleik

Everton er nú á fjórðaplássinum í Premier League, eftir 1-0-sigurin á West Brom við máli av Richarlison

Manchester United leikti sín útidyst nummar 21 í Premier League uttan at tapa, men skuffaði tó við bara 0-0 móti Crystal Palace

Ian St John, sum skoraði avgerandi málið í 1965-finaluni móti Leeds United, doyði mánakvøldið eftir drúgva sjúkralegu

Fleiri spanskir miðlar skriva at Josep Maria Bartomeu, fyrrverandi forsetin í felagnum, er handtikin

Fleiri fótbólts serfrøðingar kláa sær í nakkanum av at Manchester United ikki fekk brotsspark eftir at Callum Hudson-Odoi skilliga sást koma undir bóltin við hondini

Aðru ferð á rað at Arsenal vendir gongdini til sigur

Pep Guardiola og Manchester City hava nú vunnið 20 dystir á rað

Tottenham og Chelsea fara at stríðast um at gera sáttmála við Manchester United-málverjan Dean Henderson, skrivar Manchester Evening News

Undir Ole Gunnar Solskjær hevur Manchester United nú 53 mál í 25 ligadystum. Tað er mest av øllum í Premier League 2020/21

Bretska Jasmine Harrison setti heimsmet sum yngsta kvinna nakrantíð at rógva tvørtur um Atlantshavið. Jasmine Harrison er 21 ára gomul

Manchester United vann 3–1 á Newcastle í kvøld - sum so ofta fyrr við Bruno Fernandes í høvuðsleiklutinum