Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tað skuldi eitt brotsspark til hjá Manchester United í dystinum móti FC København, sum Fernandes setti trygt í netið

Eftir tvey mál av Cristiano Ronaldo hevur eingin leikari skorað fleiri mál hesa sesongina fyri Juventus, men Lyon kom kortini víðari uppá útimál

Endaligi skilnaðurin hjá Sanchez frá Old Trafford gjørdist ein av lukrativa slagnum, sambært fleiri enskum miðlum

Fótbóltsfelagið AS Roma skal seljast frá einum amerikanskum handilsmanni til ein annan, upplýsur felagið í einum tíðindaskrivi

Vinstrabakkurin Joe Bryan er virðismiklasti fótbóltsleikari í heiminum. Í hvussu so er í ein dag

«The Gunners» hava vunnið kappingina fyri 14. ferð – og tryggjað sær Europa League-spæl komandi sesong

Eysturríkarin Dominik Hernler skreiðir gjøgnum heimbýin hjá Mozart, Salzburg

Manchester United fekk eitt triðja pláss og er nú klárt til Champions League

Meistaraheitið í Premier League er avgjørt, men tað er framvegis nógv eftir sum ikki er avgjørt

Zenit-liðskiparin Branislav Ivanovic misti steypið, tá ið russiska felagið FC Zenit fagnaði sigrinum í steypakappingini

Eftir øllum at døma heldur Adam Lallana fram at leika í Onglandi og hevur gjørt sáttmála við Brighton um tríggjar sesongir

Næsta Premier League-sesong byrjar 12. september og endar 23. mai. Tað gevur liðunum sjey vikurs frítíð millum sesongirnar

Liðskiparin í Liverpool, Jordan Henderson, er kosin ársins leikari av Football Writers' Association í sambandi við at hann leiddi lið sítt til fyrsta meistaraheitið í 30 ár

Eftir 5-3-sigurin hjá Liverpool í gjárkvøldið ávaraði Lampard eftir dystin um at teir í Liverpool ikki gerast ov hástórir, sjálvt um teir hava tryggjað sær gullið hesa sesongina

Liverpool var í festhýri tá ið teir hølvaðu Chelsea av. Uttanfyri feiraðu fjeppar

Mason Greenwood, 18 ár, var frægasti leikari hjá Manchester United og skoraði einasta málið í javnleikinum móti West Ham. Nú er nokk hjá Manchester United við javnleiki móti Leicester til eitt CL-pláss

Worldsurfleauge.com hevur valt tey fimm bestu døttini

Donsk boksning boðar frá at nú er allur ivi burtur: Sarah Mahfoud er heimsmeistari í fjaðurvekt hjá International Boxing Federation (IBF)

Chelsea skal leika móti Arsenal í FA-cupfinaluni, eftir at David De Gea rótaði í tí tvær ferðir, áðrenn Harry Maguire sendi bóltin í egið mál

Manchester City hevði nokk av stjørnum á liðnum móti Arsenal í semifinaluni í FA-cuppinum á Wembley

16 ára bíðitíð er av. Leeds United er umsíður aftur í Premier League

Real Madrid vann í kvøld sítt 34. meistaraheiti eftir ein 2-1-sigur heima móti Villarreal

Manchester United hevur ikki tapt seinastu 19 dystirnar, men dysturin móti Crystal Palace í kvøld, var ikki nógv at reypa av

Manchester United hevur gjørt sáttmála við 17 ára gamla vinstrabakkin Álvaro Fernández Carreras frá Real Madrid, skrivar norska Nettavisen

Premier League váttar í dag á síni heimasíðu at flytingargluggin verður opin í tíggju vikur

Manchester United-stjørnan er yngsti persónur sum nakrantíð hevur móttikið hetta tignarstigið frá Universitetinum í Manchester

Fyri fyrstu ferð eftir koronasteðgin var sir Alex Ferguson (78) aftur at síggja til Manchester United-dyst, men tað gjørdist munnbindið sum fekk nærum alt uppmerksemið

Manchester United var á veg móti fimta sigrinum á rað og var á einum 3. plássi, men so javnaði Michael Obafemi hjá Southampton seks minuttir í yvirtíðini og Manchester United datt aftur niður á 5. plássið

Manchester City er fríkent fyri brot á Financial Fair Play-reglurnar og verður sostatt ikki útihýst frá Champions League

Liverpool hevur ikki mist stig á Anfield síðani 1-1 dystin móti Leicester í januar 2019

Lutakast hevur verið um dystirnar í kvartfinalu og semifinalu í Champions League

Premier League viðgongur at VAR (videoassisterað døming) gjørdi feilir í øllum trimum dystunum í gjár

Við 399 dystum er David de Gea nú tann útlendingurin, sum hevur leikt flestar dystir við Manchester United

Manchester United hevur vunnið við trimum málum ella meira í fýra dystum á rað, og tað hevur einki annað lið gjørt fyrr í Premier League

Fyri triðju ferð í seks ár er FC Midtjylland danskur meistari. Gullið var tryggjað við einum 3-1-sigri á FC København

Í dag var fyrstu ferð Manchester United skoraði fimm mál í einum Premier League-dysti á heimavølli síðani 5–0 sigurin á Wigan annan jóladag í 2011

Leroy Sané fer heim aftur til Týsklands

Manchester City eyðmýkti Liverpool og hevði fingið trý mál teir fyrru 45 minuttirnar. Sí hæddarpunkt her í 4-0 sigrinum hjá Manchester City

Manchester United hevur nú bara tvey stig upp til Champions League-pláss, eftir at Chelsea tapti dystin móti West Ham í kvøld. Sí málini her í spennandi dystinum

Nú hevur Manchester United ikki tapt í 15 dystum

Chelsea vann dystin móti Manchester City í kvøld, og sostatt er Liverpool meistari í Premier League

Funnist hevur verið at Anthony Martial tí hann hevur skorað ov fá mál, men móti Sheffield United var áleyparin í málhýri

Undan dystinum móti Crystal Palace í kvøld var Liverpool fimm stig frá at tryggja sær meistaraheitið. Liverpool vann dystin 4-0

Tað hevur Barcelona markerað á sínum Twitter-profili við at deila video av Messi sum U16-leikari, tá lítli argentinarin gjørdi 38 mál í 31 dystum

Miðvallaleikarin í Manchester United, Scott McTominay, hevur undirskrivað ein nýggjan sáttmála fram til juni 2025, boðar Manchester United frá á síni heimasíðu

Norðmaðurin Svein Arne Hansen var á privatari vitjan í Føroyum sum formaður fyri European Athletics í 2016 og kunnaði seg um viðurskiftini hjá frælsum ítrótti í Føroyum

Eftir at hann var komin inn frá beinkinum dansaði Pogba seg inn á Tottenham-økið og skaffaði eitt brotsspark eftir eina frekka fintu

Tað hevur verið ein troyttandi steðgur, men í dag eru tveir dystir á skrá: Aston Villa - Sheffield United og Manchester City - Arsenal

Bayern München hevur vunnið Bundesligaina fyri áttandu ferð á rað, eftir sigurin 1-0 á Werder Bremen

Í einum rørandi brævi biður Marcus Rashford bretskar myndugleikar um at taka sær av útsettum familjum og børnum