Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

West Bromwich megnaði nakað sum eingin annar hevur megnað í yvir tíggju tímar: West Bromwich skoraði móti Manchester City

Dysturin sá út at vera avgjørdur millum Wolverhampton og Chelsea, men fýra minuttir inn í yvirtíðina kom Pedro Neto undan kavi og tryggjaði heimalíðnum sigurin

Franski fótbóltsvenjarin Gerard Houllier er deyður. Tað skriva fleiri franskir miðlar, millum annað L'Équipe

Arsenal-leikarin Granit Xhaka fekk reytt kort í dystinum móti Burnley, tá ið hann tók kvørkratak. Arsenal tapti sín fjórða heimadyst á rað

Liverpool megnaði bert at fáa eitt stig móti Fullham og misti stig í toppinum

Tottenham var um at vinna nýggjan sigur, men trýstið hjá Crystal Palace gav at enda bonus tá Jeffrey Schlupp fekk bóltin í netið í seinastu minuttunum

Manchester-derbyið verður sagt at vera «tað ringasta nakrantíð í søguni» eftir tannleyst og sjansuleyst spæl

Meðan Rashford tosar um, tá ið Manchester United hjálpti mammu síni við at gjalda húsaleiguna og bilur kom eftir sær til venjing, tosar Pogba ikki um annað enn at sleppa vekk frá Old Trafford

Italski fótbóltsleikarin Paolo Rossi er deyður, 64 ára gamal. Tað skrivar RAI Sport, sambært Football-Italia

Ein av heilt stóru niðurtúrunum hjá norðmanninum sum Manchester United-venjari eftir 3–2-tapið móti RB Leipzig í kvøld

Dysturin millum PSG og Istanbul Basaksehir FK er fyribils steðgaður eftir at fjórðidómarin sigst hava sagt okkurt rasistiskt móti turkiska beinkinum

Breakdance, klíving, skateboard og surfing eru nýggju ítróttagreinirnar á summar-OL í 2024 í París. Nýggju greinirnar vóru góðkendar av IOC í dag

Harry Kane til Son Heung-min, Son Heung-min til Harry Kane og meira skuldi ikki til fyri at vinna Arsenal í «North London Derby»

Eftir at Martial fór av vøllinum í gott 60. minutti kom lív í spælið hjá Manchester United, sum hevði sovið allan fyrra hálvleik og var afturút við einum máli

United-profilar finnast at atburðinum hjá PSG-leikarunum

Ståle Solbakken er í dag settur sum nýggjur landsliðsvenjari hjá Noreg, eftir at Lars Lagerbäck fekk fótin

Cavani og Martial klossaðu tveir upplagdar málmøguleikar burtur, og so fekk Fred reytt kort sum ikki gjørdi støðuna nakað betri hjá Manchester United

Enska fótbóltssambandið hevur biðið Edinson Cavani um eina frágreiðing um orðing á Instagram sum fleiri halda var rasistisk

Raul Jiménez var borin av vøllinum eftir ein álvarsaman samanstoyt við David Luiz. Wolverhampton skrivar fyri løtu síðani at Jiménez er á sjúkrahúsi í London

Fyrrverandi HM-profilurin í fótbólti, Papa Bouba Diop úr Senegal, er deyður, skriva fleiri bretskir miðlar

Argentinska løgreglan kannaði í dag bústaðin og skrivstovuna hjá læknanum Leopoldo Luque

Manchester United hevði gyltar møguleikar at fáa mál í fyrra hálvleiki, men einki eydnaðist fyrr enn Edinson Cavani kom á vøllin í seinna hálvleiki og stútaði bóltin tvær ferðir í netið

Olympisku leikirnir í Tokyo eru útsettir í eitt ár av alheimsfarsóttini. Nýggjar útrokningar vísa at útsetingin fer at kosta beint undir 2 milliardir dollarar

Dysturin millum báðar legendurnar Mike Tyson og Roy Jones Jr. sum var settur til átta umfør, endaði við javnleiki, skrivar BBC

Vágamaðurin, sum danir seta sítt álit á, er testaður positivur á venjingarlegu

Tað sá leingi út til at Diogo Jota fór at gerast matchvinnari, men Brighton tryggjaði 1-1 í yvirtíðini við næsta brotssparkinum

Fleiri túsund savnaðust at siga Diego Maradona sítt seinasta farvæl

Sjónvarpsrásin TN boðar frá ófriði á Avenida 9 de Julio har fólk royna at koma til Casa Rosada at síggja kistuna við Maradona og siga sítt seinasta farvæl við fótbóltsgudin

Kistan við fótbóltslegenduni Maradona skal í eina tíð standa lit de parade á forsetaborgini í Buenos Aires. Roknað verður við at ein millión fólk vitja borgina bara í dag

Í Buenos Aires eru fjeppar savnaðir í sambandi við at teirra stóra fótbóltshetja Maradona doyði í gjár

Liverpool fór málleyst av vøllinum og álopsstjørnurnar høvdu einki skot á málið hjá Atalanta

Allur fótbóltsheimurin minnist Maradona nú tíðindini bórus um at hann er farin. Landasorg er lýst í Argentina í tríggjar dagar - Sí beinleiðis sending

Argentinska fótbóltslegendan Diego Maradona (60) doyði í dag í sínum heimi, 60 ára gamal. Tað skriva argentinskir miðlar

Bruno Fernandes hevði aftur høvuðsleiklutin, tá ið Manchester United tryggjaði sær ein lættan sigur móti Istanbul Basaksehir í Champions League

Diogo Jota er fyrsti leikari hjá Liverpool nakrantíð, sum hevur skorað mál í sínum fyrstu fýra heimadystum

Sunnudagin verða ikki færri enn tríggjar steypafinalur á Tórsvølli. Klokkan 12:30 spæla Dreingir U17, klokkan 15:00 er tað Gentur U15, og klokkan 17:30 fara kvinnurnar á vøllin

Stór og týðandi boð til allan heimin og allar fjeppar í Føroyum: Manchester United hevur vunnið ein heimadyst í Premier League

Son Heung-min og Harry Kane vóru aftur høvuðsaktørar hjá Spurs, og kontraðu Manchester City um koll í London

Pep Guardiola hevur longt sáttmálan við Manchester City til 2023, boðar Manchester City frá

Heimasíðan hjá ÍSF setir ymiskum fólkum spurningar um ítrótt og rørslu. Hesa ferð er gesturin Tróndur Ravnsfjall úr Sandavági

Eitt hat trick hjá Ferrán Torres og spanskt stórspæl góvu eitt søguligt týskt tap

Ríkmanssonurin Kyril Louis-Dreyfus hevur sambært The Guardian saman við sínum samstarvsfelaga Juan Sartori og teirra konsortium fingið góðkent at keypa seg inn í fyrrverandi stórfelagið Sunderland

Jordan Henderson verður ikki við í Nations League-dystinum móti Íslandi mikudagin

Hann leikti við Liverpool, Tottenham og enska landsliðnum

Egyptiska fótbóltssambandið upplýsti at Liverpool-stjørnan Mohamed Salah var testaður positivur fyri koronu. Beint áðrenn hevði hann verið í brúdleypinum hjá beiggjanum

Danmark spælir allar dystirnar í bólki B í Parkini

Liverpool-leikarin Mohamed Salah er testaður positivur fyri korona, upplýsur egyptiska fótbóltssambandið

Liverpool-legendan Jamie Carragher hevur eina greiða meining um Paul Pogba: Sel hann

Harry Kane skoraði sítt mál nummar 150 í Premier League, tveir minnuttir áðrenn fulla tíð í dystinum móti West Bromwich, og legði seg á odda á stigatalvuni

Manchester United sigst hava sett seg í samband við Mauricio Pochettino í eini roynd at fáa hann at avloysa Ole Gunnar Solskjær