Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ársins leikari eitur Lionel Messi og var hann kosin av FIFA í kvøld í Milano, í kendu operaini Teatro alla Scala

FIFA fer í kvøld at kjósa heimsins bestu fótbóltsleikarar bæði hjá monnum og kvinnum í sesongini 2018/2019

Tá dysturin var 52 sekund gamal skoraði David Silva skjótasta mál í sesongini. 17 minuttir seinni hevði City skorað fýra í met tempo. 8-0 sigurin hjá City er tann størsti síðani oktober 2014

Ikki síðani í januar hevur Tottenham vunnið á útivølli, og tað eydnaðist heldur ikki í dag at venda gongdini á King Power Stadium móti Leicester, sum vann dystin 2-1

Bretski miðilin The Times sigur seg vita at Liverpool og Manchester City gjørdu loyniliga semju í 2013, eftir at Liverpool hevði hackað seg inn í leikaradátugoymsluna hjá City í átta mánaðir í 2012 og 2013

Manchester United vann 1-0 á kasakstanska Astana í Europa League við máli frá 17 ára gamla framherjanum Mason Greenwood

Ángel Di María var í einum klassa fyri seg og herjaði móti sínum gomlu liðfelagum í Real Madrid við at skora tvey mál. Dysturin endaði 3-0 til PSG

Í kvøld skuldi Liverpool verja Champions League-tittulin úti móti Napoli, men eitt vælleikandi Napoli vann dystin við tveimum málum móti ongum

David De Gea hevur undirskrivað nýggja avtalu við Manchester United fram til juni 2023. Tað váttar Manchester United á síni heimasíðu í dag

Zlatan Ibrahimović gjørdi hat trick og skoraði sítt 26. mál í 25 dystum fyri LA Galaxy í 7-2-sigrinum í MLS-dystinum móti Sporting Kansas

PSG leikti við tíggju monnum og tað sá út at gerast málleyst móti Strasbourg. Men so kom Neymar við magi í yvirtíðini og skoraði sítt vakrasta mál higartil

Tað kókaði á Carrow Road, tá ið Norwich vann 3-2 móti Manchester City!

Heiðursdysturin fyri Vincent Kompany herfyri vísti fleiri av legendunum í enskum fótbólti, teirra millum Paul Scholes

Nýggja avtalan gevur De Gea eina vikuløn á 375.000 pund, skriva enskir miðlar. Sostatt gerst hann best betalti leikarin í felagnum

Manchester Evening News hevur gjørt ein lista yvir ringastu signeringarnar hjá Mancherster United seinastu tíggju árini

Týskland tapti í kvøld á heimavølli móti Hollandi, sum skoraði øll síni fýra mál í seinnahálvleiki. Endaliga úrslitið gjørdist 4-2 til Holland

Manchester United hevur ikki vunnið á útivølli síðani í februar, og móti Southampton endurtók søgan seg

Liverpool-stjørnan Virgil van Dijk er kosin til ársins leikari í Europa eftir sína fantastisku sesong í Champions League

Manchester United hevur játtað at leiga kilenska framherjan Alexis Sanchez út til Inter Milan restina av hesum kappingarárinum

Manchester United helt ikki støðinum frá sterka 4-0-sigrinum móti Chelsea í fyrsta dystinum. Dysturin móti Wolves endaði 1-1

Mason Mount legði Chelsea á odda á Stamford Bridge longu eftir sjey minuttir og frøðin var stór. Hon vardi í ein tíma - so tagnaði hon burtur

Sambært Sky Sports-journalistinum Gianluca Di Marzio, kendur fyri at vita væl um flytingar, so hava Inter og Alexis Sanchez funnið semju um ein sáttmála

22 ára gamla Simone Biles gjørdist søgulig í kapping

Norski venjarin hjá Manchester United hevur aftur megnað at tendra vónirnar hjá United-fjeppum við 4-0 sigrinum á Chelsea í gjár. Her eru nakrar forsíður

Ole Gunnar Solskjær gav Frank Lampard eina marerittbyrjan á karrieruna sum Chelsea-venjari - Manchester United vann 4-0

Tað nógv umtalaða «august-spøkilsið» hjá Harry Kane sá út til at gerast tema aftur, men tá ið danski playmakarin Eriksen kom á vøllin, vísti Kane seg frá bestu síðuni

Í kvøld kl. 20 byrjar kappingarárið 2019/20 í ensku Premier League. Sí skránna fyri 1. umfar her

Fyrrverandi Manchester United stjørnan Wayne Rooney hevur undirskrivað ein 18-mánaðar sáttmála við Championship felagið Derby County

Manchester City er vinnari av Community Shield 2019. Hetta er greitt, eftir at liðið í dag basti Liverpool á Wembley

Manchester City og Liverpool bresta í dag kl. 15 saman í árliga Community Shield dystinum. Dysturin verður leiktur á Wembley, og er hetta vanliga uppgerðin ímillum vinnararnar av Premier League og FA Cup

Suðuramerikanska fótbóltssambandið CONMEBOL hevur givið Messi bót og suspenderað hann í tríggjar mánaðir

Manchester United hevur tryggjað sær Leicester City verjuleikaran Harry Maguire fyri 80 milliónir pund. Sostatt gerst Maguire heimsins dýrasti verjuleikari

Danska golfessið Thorbjørn Olesen var fullur tá ið hann pissaði á gongini millum stólarøðini í flogfari og gjørdi seg inn á eitt av ferðafólkunum

Fleiri viðurkendir journalistar boða frá at Manchester United og Juventus eru í ferð við at gera býtishandil millum Romelu Lukaku og Paulo Dybala

Manchester United hevði eini 36 skot á málið hjá Kristiansund og so gott sum alt spælið, men ikki fyrr enn í síðstu minuttunum fekk Mata eitt straffi sum hann sjálvur setti trygt í netið

Ein ungarskur svimjari sleppur ikki úr Suður-Korea eftir HM í svimjing, skrivar Reuters

Fleiri bretskir miðlar, teirra millum BBC, skriva at Gareth Bale er á veg til kinesiska Jiangsu Suning og verður lønin á yvir 8 milliónir krónur um vikuna

Notts County, sum er heimsins elsta professionella fótbóltsfelag stovnað heilt afturi í 1862, hevur fingið danskar eigarar

Arsenal-duoin Mesut Özil og Sead Kolasinac sluppu óskaddir frá hendingini í Norður-London, tá teir vóru álopnir av fleiri monnum vápnaðir við knívum

Av bretskum liðum er tað bara Manchester United sum kemur á topp-10 listan hjá Forbes yvir øll heimsins lið

Bretskir miðlar skriva at Manchester United og Leicester eru samd um at gera 26 ára gamla Harry Maguire til heimsins dýrasta verjuleikara

The Telegraph sigur seg vita at Manchester United hevur góðtikið sáttmála við David De Gea, sum er verdur um 973 mió. krónur. Talan er um ein 6-ára sáttmála

Manchester United managarin Ole Gunnar Solskjær leggur upp til, at tað er bara ein spurningur um tíð, áðrenn David de Gea skrivar undir ein nýggjan sáttmála við felagið

Steve Bruce hevur sagt upp sum venjari hjá enska Championship felagnum Sheffield Wednesday. Hann er nú fremsti favorittur at taka yvir sum venjari í Newcastle United

The Sun skrivar at Manchester United hevur fingið sítt boð góðkent upp á Harry Maguire. Prísurin er 80 milliónir pund, sum so ger hann til tíðarinnar dýrasta verjuleikara

Hóast Sverri Sandberg Nielsen fekk ein sera ringan start í World Cup III finaluni, so eydnaðist honum at vinna

Tað er nú bara ein spurningur um tíð, áðrenn 19-ára gamla stjørnuskotið hjá Ajax Amsterdam, Matthijs de Ligt skrivar undir fyri italska stórfelagið Juventus

Gabriel Jesus var stóra stjørnan í fyrra hálvleiki, men í seinna fekk hann næsta gula kortið og mátti av vøllinum, men kortini fær hann brosað. Hansara assist og mál bjargaði Brasil á egnum grasi

Niðurland kláraði at standa ímóti trýstinum frá USA í ein tíma, men so vóru amerikansku kvinnurnar ov góðar og vunnu HM-finaluna 2-0

Í gjár váttaði Manchester United at Paul Pogba er við í hópinum sum í summar skal spæla bæði í Avstralia, Singapore og Kina