Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ole Gunnar Solskjær skoraði fyrsta málið fyri Manchester United í dystinum fyri legendur móti Bayern München. Støðan í hálvleikinum var 2-0 til United legendurnar

Valencia hevur ikki verið í eini steypafinalu síðani 2008. Tá vann Valencia. Og í kvøld brúkti Valencia møguleikan at vinna stóra steypið aftur eftir eitt ótrúligt drama

Russiski Movlid Khaybulaev framdi tíðarinnar skjótasta knockout í Professional Fighters League tá ið hann sendi amerikanska Damon Jackson í gólvið eftir bert sjey sekund

Uefa hevur boðað frá, at Arsenal verður revsað, um fjeppararnir hjá felagnum vísa sína ónøgd við Mkhitaryan-málið undir finaludystinum ímóti Chelsea í Baku í næstu viku

Bert tríggjar vikur eftir at Real Madrid- og Spania-legendan Iker Casillas fekk blóðtøpp í hjartað undir venjing, hevur konan og sjónvarpsverturin Sara Carbonero fingið staðfest krabbamein

Arsenal miðvallarin Henrikh Mkhitaryan verður ikki við í hópinum, tá Arsenal og Chelsea bresta saman í Europa League finaluni, sum verður leikt í azerbadjanska høvuðsstaðnum Baku tann 29. mai

Tað er Sky Sports sum skrivar at Manchester United hevur gjørt sáttmála við skjóta veingin Daniel James úr Swansea

33 ára gamli Kompany kom til Manchester City í 2008, og náddi hann at leika 360 dystir og skjóta 20 mál fyri felagið

Manchester City vann á Watford við úrslitinum 6-0 í FA Cup-finaluni og er fyrsta mannliga fótbóltslið, sum vinnur heimliga The Treble í Onglandi

Málfest tryggjaði Bayern München sjeynda meistaraheitið á rað. Legendurnar Arjen Robben og Franck Ribéry takkaðu fyri seg á best hugsandi hátt

Manchester United hevur ikki nógv at reypa sær av viðvíkjandi tí sportsliga, men á tí fíggjarliga økinum gongst strúkandi

Derby er nú klárt til uppflytarafinalu móti Aston Villa eftir eina málfest móti Leeds á Elland Road

Dagarnir hjá Alexis Sanchez í reyða Manchester United-búnanum kunnu vera taldir, sambært bretsku stóravísini The Indipendent

Atlético Madrid-stjørnan Antoine Griezmann gevst nú í Atlético Madrid. Tað vátta hann og felagið í kvøld. Griezmann verður settur í samband við Barcelona av sponksum miðlum

Avdúkingar í Football Leaks kunnu fáa avleiðingar fyri nýggju meistararnar, sambært amerikansku stóravísini

Baskarin er givin á Old Trafford eftir at tað ikki eydnaðist honum at semjast við United-leiðsluna um eina nýggja avtalu

Manchester City vann ein tryggan sigur á Brighton og er harvið enskur meistari annað árið á rað við 98 stigum

Endar dysturin millum Liverpool og Wolverhampton 4-4 og tapur Manchester City 0–4 móti Brighton, so krevst umdystur til tess at avgera Premier League, sum ongantíð er hent fyrr

Var tað dramatikkur í dystinum millum Liverpool og Barcelona, so var hann ikki minni í kvøld tá ið Ajax tók móti Tottenham - Champions League-finalan er bretsk burturav í ár

Liverpool hevur púra óvæntað leikt seg í finaluna í Champions League, eftir at liðið í kvøld vann 4-0 á FC Barcelona í seinna hálvfinaludystinum í kappingini

Seinna Champions League hálvfinalan ímillum Liverpool og FC Barcelona stendur á skránni í kvøld. Dysturin verður leiktur á Anfield í Liverpool, og byrjar hann kl. 20

Manchester United hevur nú ongan møguleika at fáa eitt Champions League-pláss eftir javnleik móti niðurflutta Huddersfield

Gulldreymurin hjá Liverpool livur til síðsta umfar. Mánakvøldið tekur Manchester City ímóti Leicester, men inntil tá er Liverpool á odda við tveimum stigum

Tottenham fekk tvey beinleiðis reyð kort, leikti næst heilan hálvleik við 9 móti 11 - og tapti trý stig í stríðnum um eitt Champions League-pláss

Hóast Liverpool spældi fult upp við sponsku meistararnar, tapti liðið heili 3-0 í kvøld. Luis Suarez og Lionel Messi sendu katalonarnar í dreymaland

Barcelona skapar málmøguleika úr ongum. Alba fær bóltin og øll Liverpool-verjan stendur still tá ið Alba sendur eitt flott innlegg sum Suarez setur í mál framvið Alisson

Teir hava knúst stjørnugallaríið hjá Real Madrid og skakað Cristiano Ronaldo og hansara Juventus. Og eftir ein vælleiktan dyst móti Tottenham nærkast Ajax nú finaluni í ársins Champions League

Solskjær er ikki júst maðurin, tú setur í samband við vreiði og at missa tamarhaldið á sær sjálvum, men sunnudagin læt hann ongan iva vera um, hvat hann helt um hugburðin hjá Martial

27 ára gamli Liverpool-leikarin er tann fyrsti verjuleikarin síðani John Terry í 2005, at vinna heiðurin

Ole Gunnar Solskjær svaraði kontant ja um hann heldur, Manchester United klárar topp fýra um United vinnur Chelsea

Eftir at Spurs tapti heldur óvæntað í gjár 0-1 á heimavølli ímóti West Ham United, átti Arsenal tørn í dag at tapa

Barcelona er meistari í La Liga 2018/19

Franska sportsavísin L’Équipe, sum kunngjørdi fyrst at Paul Pogba var seldur frá Juventus til Manchester United í 2016, skrivar nú at miðvallaleikarin vil sleppa vekk í summar

Shane Long legði í kvøld Southampton á odda móti Watford eftir bara sjey sekund, og er tað greitt nýtt met í søguni hjá Premier League

Vónirnar hjá Chelsea um eitt topp fýra-pláss í Premier League fingu sær eitt skot fyri bógvin tá ið dysturin móti Burnley endaði 2-2 á Stamford Bridge í kvøld

Eyðmýkt av Everton. Fyri fyrstu ferð síðani desember 1995 hevur Manchester United tapt tríggjar útidystir á rað í ligaini. Vit skula aftur til 1981 síðst MU tapti fimm útidystir á rað

Tað er leikarasambandið Professional Footballers' Association (PFA) sum eggjar til at boykotta

Tottenham er klárt til sína fyrstu Champions League-semifinalu eftir nýtt málmet og VAR-annullering í yvirtíðini

Ajax er fyrsta liðið uttanfyri «topp fimm-ligairnar» í Europa til at koma í eina Champions League-semifinalu síðani PSV í 2005

Arsenal ognaði sær trý sera týdningarmikil stig í stríðnum um at enda í topp 4, tá liðið í kvøld vann 1-0 á útivølli ímóti Watford

Manchester City vann 3-1 ímóti Crystal Palace á útivølli

Altjóða fótbóltssambandið FIFA revsar Chelsea fyri handil við ómyndigum, sambært Football Leaks

United fjepparar kunnu í kvøld gleðast um, at dysturin ímóti FC Barcelona ikki endaði við tí skrædli, sum mong høvdu stúrt fyri

Tottenham tók fyrsta sigurin móti Manchester City í kvartfinaluni í Champions League

MU-fjeppar sum vónaðu at síggja eitt øðrvísi Manchester United móti Wolverhampton eftir tapið herfyri, gjørdust skjótt vónbrotnir, tí broyting var eingin at hóma nakrastaðni

Liverpool tryggjaði sær í dag trý týdningarmikil stig í stríðnum um enska meistaraheitið, tá felagið vann 2-1 á heimavølli ímóti Tottenham Hotspur

Men enn er VAR ikki innført í Onglandi. Chelsea vann í dag ein sera hepnan 2-1 sigur á útivølli ímóti Cardiff City. Harav sá 1-1 málið hjá César Azpilicueta út til at vera greið rangstøða

– Vit vóru elendigir í seinna hálvleikinum og vóru hepnir at vinna, sigur Luke Shaw sambært BBC eftir dystin móti Watford, sum Machester United vann 2-1

Ole Gunnar Solskjær hevur gjørt ein tríára sáttmála við Manchester United. Tí boðar felagið sjálvt frá

Fríggjakvøldið vann Ongland 5-0 á heimavølli ímóti Kekkia, og í kvøld skjeyt Ongland aftur fimm mál, hesaferð á útivølli ímóti Montenegro