Politikkur í dag er ein kapping um, hvør kann vísa mest sosiala umsorgan - fyri skattapengarnar hjá øðrum
- George F. Will

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur í dag er ein kapping um, hvør kann vísa mest sosiala umsorgan - fyri skattapengarnar hjá øðrum
- George F. Will
Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini 
Spyrjari: Eirikur í Jákupsstovu, løgtingsmaður 
Svarari: Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum 
Evni: Góðkend siglingstíð

Spurningar:   
1. Hvaðani kemur kravið um, at eitt far skal vera meira enn 20 BT, fyri at 
siglingstíð við farinum skal verða góðkend sum siglingstíð til útbúgvingar í Føroyum?

2. Um hetta er stýrt av altjóða reglum, hvørjar eru hesar so, og hava tær týdning fyri útbúgvingar í Føroyum?

3. Hvussu vanligt er tað, at føroyingar við nógvum royndum á sjónum verða raktir av, at teir hava verið við ov lítlum førum?

4. Er landsstýrismaðurin sinnaður at gera undantøk frá hesi reglu um 20 BT fyri til dømis útróðrarfólk við smærri førum, sum hava virkað í harðbalnum sjógvi kring Føroyar?

5. Eru onnur átøk, sum kunnu gerast fyri at hjálpa uppá støðuna hjá ungum útróðrarfólkum í Føroyum, sum gjøgnum útbúgving vilja skapa sær eina lívsleið á sjónum?

Viðmerkingar: 
Seinastu árini hevur tann gleðiliga støða verið, at fleiri ungfólk eru farin at rógva út við smærri útróðrarbátum.

Fleiri hava gjøgnum hesar royndir veruliga fingið smakk fyri sjónum.

Summi av hesum hava tó víst á, at tey hava eina avbjóðing at koma víðari í skipanini, tí hóast tey ofta hava fleiri ár á sjónum, so telur henda tíðin ikki á nakran hátt við, um søkjast skal víðari í skúla, har siglingstíð er krav.

Á Løgtingi, 12. august 2026 
Eirikur í Jákupsstovu       
     

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #