- USA kemur at tosa við okkum tá tey hava ein svartan forseta og heimurin hevur ein latín amerikanskan páva
- Fidel Castro 1973

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

- USA kemur at tosa við okkum tá tey hava ein svartan forseta og heimurin hevur ein latín amerikanskan páva
- Fidel Castro 1973
Politikkur

Útróðurin hevur í nógv ár verið ein týðandi partur av føroyska fiskivinnuni. Hann skapar arbeiðspláss kring landið og tryggjar frískan fisk til bæði heimamarknað og útflutning. Samstundis er útróðurin ein týdningarmikil partur av mentan okkara og lívinum í smærri bygdum.

Kortini kenna nógv útróðrarfólk, at treytirnar ikki altíð eru tær bestu. Skipanin við fiskidøgum hevur verið eitt amboð at stýra fiskiskapinum, men hon er ikki altíð lagað til veruleikan hjá útróðrinum. Veðrið í Føroyum kann vera sera óstøðugt, og í longri tíðarskeiðum kann vera ringt at sleppa til sjós. Tá missa útróðrarbátar virðismiklar fiskidagar, sum teir ikki fáa aftur.

Tí eigur skipanin at verða meira smidlig. Tað hevði verið rímiligt at hugt nærri at, um útróðrarbátar kunnu fáa betri møguleika at nýta sínar fiskidagar, tá veðrið er gott, heldur enn at missa teir, tá veðrið er ringt. Endamálið eigur at vera, at útróðurin fær arbeiðs- og inntøkumøguleikar, sum eru meira støðugir.

Samstundis er týdningarmikið, at myndugleikarnir hava eitt gott samskiftið við útróðrarfólkini sjálvi. Tað eru útróðrafólkini sum kenna best dagligu avbjóðingarnar á sjónum og kunnu tí koma við góðum uppskotum til, hvussu skipanin kann betrast.

Útróðurin hevur altíð verið ein sterkur partur av føroyska samfelagnum. Um vit vilja varðveita hesa vinnu og tryggja lív í bygdunum, er neyðugt at geva útróðrinum betri og meira smidligar treytir.

Vinjard Johansen
Miðflokkurin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #