Fríggjadagslátur verður sunnudagsgrátur
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Fríggjadagslátur verður sunnudagsgrátur
- føroyskt orðatak
Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini 
Spyrjari:  Eirikur í Jákupsstovu, løgtingsmaður 
Svarari:  Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum 
Evni: Útvarp í Viðareiðistunlinum

Spurningar:   
1. Hvussu langt er arbeiðið við at gera útvarpssamband í Viðareiðistunlinum komið?

2. Nær verður hetta arbeiðið liðugt?

Viðmerkingar: 
Í síðstu fíggjarlógini hjá undanfarnu samgongu, sum er galdandi fyri í ár, varð peningur settur av til at tryggja, at útvarp skuldi kunna hoyrast í Viðareiðistunlinum.

Nú árið er væl meira enn hálvliðið er arbeiðið enn ikki framt. Tí hesin spurningur. 

Á Løgtingi, 13.08.2026 
Eirikur í Jákupsstovu

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #