Tak bara teg sjálvan tignarliga og hátíðarliga - men gloym so ikki at flenna
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tak bara teg sjálvan tignarliga og hátíðarliga - men gloym so ikki at flenna
- V. Poulsen
Politikkur

Løgmansskrivstovan: Løgmaður hevur nú valt limirnar, ið skulu manna Føroya váðaráð komandi fýra árini. 

Sambært § 22 í løgtingslóg um Landsbanka Føroya og Føroya váðaráð sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 73 frá 5. mai 2021 skal løgmaður velja limir í váðaráðið eftir tilmælum frá Landsbanka Føroya (2 limir og 2 varalimir), Búskaparráðnum (1 lim og 1 varalim) og landsstýrismanninum í vinnumálum (2 limir og 2 varalimir).

Limirnir í Føroya Váðaráð eru:

Malan Johansen, stjóri í Landsbanka Føroya, og Ester Hansen, ráðgevi í Landsbanka Føroya, varalimur

Torben Magnus Andersen, phd og professara á Århus Universiteti, og Marita Rasmussen, stjóri á Havstovuni, varalimur

Björn Rúnar Guðmundsson, serfrøðingur hjá Hagstofa Íslands, og Herit Albinus, námslektari á Fróðskaparsetur Føroya, varalimur

Jógvan Thomsen, stjóri á Vinnustovninum, og Gudmundur Effersøe Nónstein, ráðgevi í Tryggingareftirlitinum, varalimur

Ragnfríð Nord Anthoniussen, fulltrúi í Vinnumálaráðnum, og Jóanna Djurhuus, deildarstjóri í Vinnumálaráðnum, varalimur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #