Gud gevi mær sálarfrið til at góðtaka tað, ið eg ikki kann broyta, mót til at broyta tað, eg kann, og vísdóm til at skilja munin
- Frants av Assisi

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Gud gevi mær sálarfrið til at góðtaka tað, ið eg ikki kann broyta, mót til at broyta tað, eg kann, og vísdóm til at skilja munin
- Frants av Assisi
Krutl

Orð og myndir Finn Johannesen: Sunnudagurin á Ljósfestini eydnaðist - eins og undanfarna ár - sera væl. Fyriuttan væl vitjaðu myndaframsýningarnar í Suðuroyðar Sparikassa og Miðlatúni, var í teltinum skipa fyri felagssunnudagsskúla.

Uppmøtingin var sera góð og tá ið avtornaði høvdu smá 200 børn og vaksin vitja tiltakið.

Ragnar Vest byrjaði við bøn, sangurin rungaði, vit hoyrdu søgu, spældu spøl og leiddi Finn Johannesen okkum stuttliga og gevandi gjøgnum løtuna.

Sera hugnaligt var at fáa vitjan av Rigmor og Sannu o.ø úr City Church úr Havn, sum høvdu søguna undir yvirskriftini “Gud mín, er klettur mín” Sálm. 18,3.

Annika Vilhem ígjøgnum Faðir Vár, við teknum og aftaná sunnudagsskúlan var boðið til grillaðir pylsur, sunkist, kaffi og køkur, sum smakkaði avbera væl og sum somuleiðis var ein sera góður og samansjóðaður endi á tiltakinum.

Onki tiltak ger seg sjálvt og tískil ynskja vit at veita eina tøkk til tykkum øll ið skipaðu fyri. Bethel, Frelsunarherurin og Meinigheitshúsið í Vági.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #