At ferðast er at liva!
- Hans Christian Andersen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

At ferðast er at liva!
- Hans Christian Andersen
Onnur tíðindi

Integratión NorðEystur: Hóskvøldið 24. september 2026 var fyrsti upplýsingarfundurin fyri tilflytarar í Integratión NorðEystur, har Sóley Sjúrðaberg integratiónssamskipari kunnaði um lívið í Føroyum og møguleikarnar fyri at gerast virknir limir í samfelagnum.

Umleið 12 tilflytarar møttu til hendan fyrsta kunningarfundin, sum varð hildin í Miðnámi á Kambsdali.

Endamálið við fundinum var at geva nyttugar upplýsingar um føroyska samfelagið, mentan, gerandislív, rættindi og ábyrgdir. Fundurin gav eisini møguleikar at læra um almennu tænasturnar, at hitta onnur nýkomin og at gerast partur av lokala samfelagnum.

Sóley Sjúrðaberg, integratiónssamskipari, fegnast um, at fundurin eydnaðist sera væl, fleiri tilflytarar møttu og luttóku aktivt, har tey lutaðu sínámillum spurningar, royndir og sjónarmið.

- Samrøðurnar staðfestu ein sterkan áhuga í at læra meir um lívið í Føroyum og at gerast virknir limir í samfelagnum.

Integratión NorðEystur hevur fyri fáum døgum síðan fingið nýggja heimasíðu, www.ine.fo, har øll kunning, sum er viðkomandi fyri tilflytarar og onnur áhugað, verður savnað.

Integratión NorðEystur fevnir um Fuglafjarðar kommunu, Eysturkommunu, Klaksvíkar kommunu, Kunoyar kommunu, Hvannasunds kommunu, Viðareiðis kommunu og Fugloyar kommunu.

Næsti kunningarfundur verður í Miðnámi á Kambsdali hóskvøldið 29. oktober kl. 18:20-19:20.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #