MEGD: Á fundinum umboðaðu Eyðgunn Samuelsen og Sára Gullfoss Javnaðarflokkin. Eyðgunn og Sára høvdu báðar bæði royndir og fakligar førleikar innan brekøkið, og førdu fram, hvussu Javnaðarflokkurin ætlar at víðari menna vælferðarsamfelagið, m.a. við at seta í gongd eitt arbeiði at smíða brekpolitiskar virkisætlanir ella vælferðarætlanir, soleiðis fólk, ið bera brek, við tíðini, verða javnt stillað við onnur í føroyska samfelagnum.
Eyðgunn nevndi m.a. at Javnaðarflokkurin ætlar at halda fram at dagføra og nýmótansgera skúlan á Trøðni bæði innan og uttanumøkið, og at skúlin á Trøðni nýliga varð uppraðfestur, m.a. fyri at menna batar viðvíkjandi inniklimaði og óljóði, soleiðis at børnini í størri mun trívast og fáa verið við í læring. Meiri yvirskipað er neyðugt at útbyggja og uppraðfesta almannalógina. Heilt grundleggjandi, segði Eyðgunn, at vælferðin eigur at síggjast sum ein íløga, heldur enn ein útreiðsla.
Sára Gullfoss, ið hevur drúgvar royndir sum heilsufrøðingur, greiddi frá egnum royndum við børnum og ungum, ið bera brek, og avvarðandi teirra. Serliga eiga heilsutænastur á skúlaøkinum at verða munandi betri samskipaðar, m.a. soleiðis at tær nøkta tann tørvin, sum næmingar í roynd og veru hava. Tænastur eiga at verða veittar eftir tørvinum, annars nyttar tað einki.
Eisini hevur Sára verið vitni til at avvarðandi verða illað kunnað, og kenna seg slept upp á fjall. Hetta eigur at verða betrað. Barsilsskipanin eigur m.a. av hesi orsøk at verða tillagað, soleiðis at børn við breki eisini verða tikin við, og nýggja barnalógin eigur at verða raðfest og samtykt sum skjótast.
MEGD fegnast um at tað er eitt hjartamál hjá Javnaðarflokkinum at styrkja og langtíðartryggja vælferðarsamfelagið, soleiðis at tað framhaldandi verður til fyri fólk, ið bera brek, og avvarðandi teirra. Hetta samsvarar eisini við altjóða brekrættindasáttmálan, serliga grein 4 um almennar skyldur og grein 5 um at tryggja javnrættindi og ongan mismun. MEGD ynskir bæði Eyðgunn, Sáru og Javnaðarflokkinum eitt gott val.
MEGD er politiskt óheft, men ynskir áhaldandi at samstarva á jøvnum føti við allar teir politiskar flokkar og myndugleikar, ið arbeiða við fremja vælferð í verki, her undir rættindi fólki, ið bera brek, í øllum aldrum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



