Tá ið ein kona ikki klárar børnini, byrjar hon at uppdraga mannin
- Stella Bing

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tá ið ein kona ikki klárar børnini, byrjar hon at uppdraga mannin
- Stella Bing
Onnur tíðindi

Umhvørvisstovan: Umhvørvisstovan hevur hin 14. september 2026 góðkent nýggja vælveruøkið við svimjihøllina í Leirvík við heimild í § 13, stk. 1, og § 31, stk. 2, í kunngerð nr. 53 frá 3. mai 1994 um umhvørvisreglur, við seinni broytingum.

Vælveruøkið er knýtt at verandi svimjihølli og fevnir um tveir hitapottar, ein kaldan pott, dampbað og sauna. Atkoman er frá svimjihøllini, og verandi skiftingar- og brúsurúm verða nýtt.

Hvør hitapottur hevur sína egnu reinsiskipan við sandfiltri, kolfiltri, sirkulatiónspumpu, sjálvvirkandi kemikaliidosering og áhaldandi máting av pH og fríum klori. Kaldi potturin hevur støðuga gjøgnumrenning av nýggjum vatni og hevur ikki reinsiskipan.

Góðkenningin setur millum annað krøv til vatngóðsku, rakstur og eftirlit, reinsiskipanir, goymslu og nýtslu av kemikalium og reingerð, soleiðis at heilsufrøðiligu viðurskiftini eru nøktandi.

Eysturkommuna eigur og rekur svimjihøllina, og Umhvørvisstovan hevur eftirlit við virkseminum.

Góðkenningin sæst her.

Kunngerð um góðkenningina sæst her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #