Útbjóðingin er liður í arbeiðinum hjá kommununi at skapa ein fjølbroyttari bústaðarmarknað í Vága kommunu, skrivar kommunan á síni heimasíðu.
Tørvurin á ymiskum bústaðarloysnum er vaksandi, og við hesum vil kommunan geva rúm fyri verkætlanum, sum kunnu nøkta ymiskar bústaðartørvir – bæði hjá ungum, familjum og teimum, sum ynskja ein annan bústaðarform enn tann siðbundna sethúsabústaðin.
Tað er upp til tey bjóðandi at koma við uppskoti til, hvussu byggingin verður skipað. Byggingin kann fevna um eigaraíbúðir, leiguíbúðir ella lutaíbúðir, og kommunan leggur dent á, at verkætlanin fevnir um eitt hóskandi tal av íbúðum og gjarna eisini ymiskar íbúðarstøddir.
Samstundis verður dentur lagdur á, at byggingin er væl hugsað og av góðari dygd. Parkering og góðar loysnir fyri uttanumøkið skulu vera partur av verkætlanini, og atlit skal takast til bæði umhvørvið, landslagið og útsýnið, so byggingin fellur natúrliga inn í umhvørvið.
Endamálið við útbjóðingini er at finna ta bestu loysnina fyri økið – eina bústaðarverkætlan, sum bæði er snøgg, væl skipað og av góðari góðsku, og sum gerst ein partur av bygdarmyndini í Sandavági.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



