Sambært Aftenposten vísa tøl, at sølan av koppingarevninum Shingrix er økt í stórum í heyst í Noregi.
Koppsetingin verjir móti helvitiseldi, sum er ein sjúka, sum serliga rakar eldri og fólk við veikari immunverju.
Men óttin fyri helvitiseldi er neyvan øll forkláringin.
Gransking úr millum annað Wales vísir, at koppsetingin kann geva heili 20 prosent verju móti demensi.
Demensgranskari og ráðgevi á Haraldsplass Diakonasjúkrahúsi í Bergen, Ragnhild Eide Skogseth, fer undir eina norska granskingarverkætlan um sambandið millum helvitiseld-koppsetingina og demens.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



