Tú mást sjálvur vera tann broytingin sum tú vilt síggja í heiminum
- Mahatma Gandhi

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tú mást sjálvur vera tann broytingin sum tú vilt síggja í heiminum
- Mahatma Gandhi
Politikkur

Trygd á sjónum er alneyðug fyri okkara samfelag. Tí mugu vit vera fyrireikað og hava loysnir til støður, ið kunnu seta trygdina í vanda.

Tað er sera álvarsamt, at hvørki Tjaldrið ella Brimil sigla í løtuni, men lukkutíð eru aðrir møguleikar, ið kunnu lofta støðuni sum t.d. Jákup Sverri og donsku verjuskipini.

Men høvuðstrupulleikin er, at okkum tørvar nýggj vaktarskip – og tey kosta. Men talan er um eina neyðuga íløgu.

Verjusemjan
Danmark hevur formligu ábyrgdina av verjuni í ríkisfelagsskapinum og hevur við verjusemjuni sett fleiri milliardir av til trygd á sjógvi og landi.

Bæði Føroyar og Grønland fingu møguleika at verða við í verjusemjuni, og grønlendingar komu við fleiri ítøkiligum ynskjum.

Men úr Føroyum var boðskapurin: “Einki um okkum uttanum okkum”. Hetta skuldu vit klára sjálvi – og nú liggja bæði vaktarskipini.

Øll eru samd um, at vit mugu vera trygg, men avbjóðingin hevur verið, at slíkar íløgur kosta nógvar pengar, og tí er einki hent. Men hetta mugu vit broyta, tí slíkar støður eiga ikki at koma fyri, tá tær kunnu fyribyrgjast.

Landsstýrið eigur at koma við ítøkiligum ætlanum fyri, hvussu vit tryggja Føroyar – og eigur at byggja ella skaffa nýggj vaktarskip, sum liður í verjusemjuni.

Talan er ikki um biddaragongd, men ein staðfesting av, hvørja ábyrgd Danmark hevur av trygd okkara, umframt ein viðurkenning av stóru útreiðslunum, sum trygd og verja kosta.

Hetta er ikki ein spurningur um nationalismu. Hetta er ein spurningur um trygd, har vit antin velja at byggja vaktarskip ella liggja sum eftirbátar.

Helgi Abrahamsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #