Fólkaræði er tann næstringasta skipanin, vit hava. Tað einasta sum er verri er alternativið
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Fólkaræði er tann næstringasta skipanin, vit hava. Tað einasta sum er verri er alternativið
- Winston Churchill
Tiltøk

Fountainhúsið og Sinnisbati: Í samband við løgtingsvalið bjóða Fountainhúsið og Sinnisbati til politiskt orðaskifti um psykiatriska økið í Føroyum, og tær avbjóðingar, ið standa fyri framman.

Vit umrøða evni um m.a fyribyrging, psykiatriætlan, rúmliga arbeiðsmarknaðin, skúlatilboð, bústaðarmøguleikar og eftirløn til fyritíðarpensjónistar. Umboð frá øllum politisku flokkunum luttaka, og vit spyrja, hvussu tey ætla at raðfesta økið í komandi løgtingsskeiði.

Fountainhúsið fyllur 12 ár 1. apríl, og nú tað stundar til val, er upplagt høvi at seta okkara politisku flokkum stevnu um átøk, sum eru neyðug at gera, fyri at fólk við sálarligum avbjóðingum eisini føla seg væl í okkara samfelag.

Húsið er opið frá kl. 14.00-17.00. Pallborðfundurin byrjar kl. 15.00. 

Vit bjóða føðingardagslagkøku, kaffi og te.

Páskasøla: Tað verður eisini møguligt at keypa páskaprýði, sum limir í Fountainhúsinum hava gjørt. 

Vit síggjast í Fountainhúsinum á V.U.Hammerheimbsgøtu 3 - øll eru vælkomin. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #