Tú veitst altíð, hvat tað rætta er, og sum Gud vil hava teg at gera. Tað trupla er at gera tað
- Robert H. Schuller

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tú veitst altíð, hvat tað rætta er, og sum Gud vil hava teg at gera. Tað trupla er at gera tað
- Robert H. Schuller
Tiltøk

Vinnuhúsið: Hósdagin 12. mars kl. 15-17 skipar netverkið Varandi Vinna fyri politiskum kjakfundi í Vinnuhúsinum um grøna orkuskiftið.

Privata vinnan, sum eigur ein stóran part av orkunýtsluni í Føroyum, hevur leingi víst á týdningin av einum skjótum, effektivum og vælskipaðum orkuskifti. Í dag er støðan tó, at grøna orkuskiftið er steðgað upp.

Hetta ger tað torført hjá fyritøkum at kappast við fyritøkur í londum, har atgongdin til grøna orku er trygg og óavmarkað.

Orkuskiftið fær ikki neyðugu ferðina, uttan at privata vinnan gerst ein virkin partur av gongdini. Men seinastu tíðina hava vit sæð fleiri dømi um, at vinnan ikki sleppur framat.

Hvussu tryggja vit, at vinnan gerst ein virkin partur av loysnini?

Vit seta m.a. fokus á:

  • politiska raðfesting

  • fløskuhálsar í orkuskiftinum

  • skjótastu og bíligastu leiðina fram

  • leiklutin hjá privatu vinnuni

📍 Vinnuhúsið
🕒 Kl. 15.00-17.00
🎙️ Óluva Zachariassen, orðstýrari
📅 Facebook-tiltak

Tiltakið er alment, og øll eru hjartaliga vælkomin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #