Dýrasta amerikanska kongressvalstríðið er í gongd í Kentucky.
Her verða mørkini testað fyri, hvussu sjálvstøðugur ein Trump-republikanari kann vera, skrivar NRK.
Fyrrverandi hermaðurin Ed Gallrein samanber valstríðið við eina Navy SEAL-uppgávu.
Hann roynir at taka sessin hjá sitandi kongressmanninum Thomas Massie. Báðir eru republikanarar.
Veljarakanningar benda á, at tað satendur á jøvnum í Kentucky.
Valstríðið, har republikanari stríðist móti republikanara, er eitt tað mest betenta undanvalið í USA.
Tann, sum vinnur uppstillingina, fær helst kongresssessin frá komandi ári.
Thanks @imbrettcooper for telling the truth about my election.https://t.co/SqtlOE7iJ4
— Thomas Massie for Congress (@MassieforKY) May 19, 2026
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



