Tak bara teg sjálvan tignarliga og hátíðarliga - men gloym so ikki at flenna
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tak bara teg sjálvan tignarliga og hátíðarliga - men gloym so ikki at flenna
- V. Poulsen
Lesarin skrivar

23. mai 2026 varð boðað frá hitameti í London, eisini her á VP, samstundis sum hitin eisini var óvanliga høgur við Algarve-strondina í Portugal.

Sum mynd 1 vísir, tikin í Vilamoura 13. mai kl. 12.16, vóru dagarnir fram til tá, eyðkendir av bláum himmalhválvi, við hitastigi um 25°C, og mongum sera vøkrum cumulus-skýggjum. Dagin eftir sóust fyrstu Chemtrails-flogstrípurnar á himmalinum, og øktist hesar dag frá degi.

Tann 21. mai kl. 09.33 hevði himmalin fingið ein sermerktan grábláan lit, sum sæst á mynd 2, meðan cumulus-skýggini vóru horvin.

Átakið við Chemtrails yvir Algarve-strondini tyktist vera í hæddini tann 23. mai, sum óhugnaliga »aluminium-hválvið«, myndirnar 3 og 4 vísa, — sama dag sum hitametið í London varð skrásett. Í Vilamoura varð hitin mettur at vera oman fyri 40°C, hóast hetta ikki var víst á alnetinum. Hitin var so høgur, at leigaði el-skutari gavst at koyra og mátti setast í skuggan og kølast niður.

Við støði í hesum eygleiðingum er spurningurin: Er tað av reinari tilvild, at hendingarnar í London og Vilamoura fara fram um somu tíð, — ella eru tær partur av einum størri skipaðum átaki? Serliga um ein leggur dent á, at tað, sum verður rópt Chemtrails-átakið, sambært fleiri eygleiðarum fevnir um stóran part av Europa.

Kongaríkið Danmark luttekur heilhjartað
Himmalin yvir Vilamoura (mynd 2) og himmalin yvir Vejle (mynd 5) minna nógv um hvønn annan. Kortini verða slík »himmalviðurskifti« ofta lýst í donskum veðurfrágreiðingum sum »en smuk blå himmel«, — veðurfrágreiðingar komnar frá DMI, sum soleiðis leggur tokutám yvir fyribrygdið Chemtrails.

Sambært stjóranum í donsku ráðgevarafyritøkuni Techras, Frank B. Rasmussen, hevur Chemtrails-átakið verið virkið í Danmark síðani 2011. Danin kennir sostatt í dag ein annan himmal enn tann, sum eldra ættarliðið vaks upp við.

Himmalin í Vilamoura (myndir 3 og 4) er sera líkur himmalinum yvir Vejle (mynd 6).

Kongaríkið Danmark luttekur sostatt heilhjartað, sambært frágreiðingum DMI’s, í Chemtrails átakinum. Men hvussu er við Føroyum?

Cirrus-skýggj heldur enn cumulus-skýggj
Hví verður virkað fyri at menna kemisk cirrus-skýggj heldur enn at loyva náttúruskaptum cumulus-skýggjum at virka?

Cirrus-skýggj hava eginleikan, at tey loyva stuttbylgjaðari sólargeisling at hita jørðina, men samstundis forða tey fyri, at langbylgjað hitageisling sleppur út aftur í rúmdina. Úrslitið verður øktur hiti, líkur tí, sum varð skrásettur í London, Vilamoura og Vejle.

Cumulus-skýggj hava hinvegin eginleikan, har endurkasta sólinageislingina og minka soleiðis um upphitingina av jørðini.

Samstundis verður mælt til grønar orkuloysnir, hóast cirrus-skýggj hava við sær eitt beinleiðis sólorkutap á umleið 20-50%.

DMI, upplýsing og politisk ábyrgd
Tá eingin í politisku skipanini í Danmark letur hoyra frá sær, samstundis sum tað verður mett sera ófrættakent, at DMI, sum serkønur almennur stovnur, leggur tokutám yvir evnið við disinformatión, verður við hesum biðið um eina greiða lýsing av ábyrgd og endamáli við Chemtrails-átakinum umvegis føroysku fólkatingsumboðini.

Við politiskum valdi og alment løntum størvum fylgir eisini ábyrgd. Fyri mong er hetta ikki longur bert eitt abstrakt veðurlagskjak, men ein álvarsamur spurningur um møguligar avleiðingar fyri børn, ung og vaksin. Um tilburðir av hesum slag hava ávirkan á heilsu, umhvørvi og liviumstøður hjá fólki, ber ikki til hjá myndugleikum og politikarum bert at tiga ella vísa málið frá sær.

Tískil er tað bæði rímiligt og neyðugt at biðja um eina greiða støðulýsing frá føroysku fólkatingsumboðunum.

Milanković-ástoðið og menning av skýggjum
Sambært Milanković-ástoðið hava broytingar í jarðarbreyt, halli og rørslu jarðarinnar ávirkan á veðurlagið yvir sera long tíðarskeið.

Samstundis hevur danski fysikarin Henrik Svensmark sett fram ástøði um sambandið millum kosmiska geisling, sólvirkni og hvussu skýggj verða ment. Sambært hesum ástøði vil lítið sólvirkni hava við sær økta kosmiska geisling og harvið fleiri skýggj, sum vil hava kølandi virkna á veðurlagið.

Við støði í hesum verða komandi 20+ árini merkt av lítlum sólvirkni, øktari menning av skýggjum og einum kaldari veðurlagi, — við størri møguleika fyri ísvøkstri.

Henrik Svensmark er danskur fysikari og granskari við DTU Space. Hann er altjóða kendur fyri sítt arbeiði við ástøði um kosmiska geisling, menning av skýggjum og teirra ávirkan á veðurlagsbroytingar gjøgnum søguna.

»Faktisk er den globale opvarmning stoppet, og en afkøling er begyndt. Ingen klimamodel har forudsagt en afkøling af Jorden – tværtimod. Det betyder, at fremskrivningerne af det fremtidige klima er upålidelige«
— Henrik Svensmark

Vandamikla innihaldið í Chemtrails skýnum er lýst HER!

Mourits M. Joensen
Hippocrates.fo 
 

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #