Meira ræður um tað, ið rætt er, enn hvør ið rætt fær
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Meira ræður um tað, ið rætt er, enn hvør ið rætt fær
- V. Poulsen
Vinna

Hóast sølan var slakar 929 milliónir krónur, tað er 144 mió kr meira enn árið fyri, so gjørdist ársúrslitið 9 mió kr sum er áleið 6 mió kr minni enn árið fyri.

Orsøkin skal fyrst og fremst finnast í størri framleiðslukostnaðum og fíggjarligum útreiðslum. Framleiðslan kostaði 814 mió kr í 2025, sum er 142 mió kr meira enn í 2024. Og fíggjarligu útreiðslurnar vóru 21,6 mió kr, sum skal samanberast við 12,7 mió kr árið fyri.

Í frágreiðingini sigur leiðslan, at árið var merkt av minni sølu og framleiðslu av makreli og sild. Eingin lodna var í fjør. Tilsamans fóru 58.000 tons gjøgnum virkið í fjør í mun til 67.000 tons árið fyri. Onki er selt til Afrika í nøkur ár, í 2022 vóru umleið 18.000 tons av svartkjafti seld til matna har.

Um framtíðina verður sagt, at nú semja er gjørd við Noreg og Bretland eru nøgdirnar minkaðar men fiskurin kann fiskast, tá góðskan er best. Rávøruprísurin er nógv øktur, og tað merkir størri trýst at finna marknaðir sum megna at gjalda ein hægri prís fyri betri góðsku á virkaða fiskinum.

Fíggjarstøðan javnvigar við 922 mió kr, eginognin var 493 mió kr.

Tilsamans vóru í miðal 101 fulltíðarsett starvsfólk. sum er tað sama sum árið fyri.

Bogi Jacobsen er stjóri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #