Lítið nyttar at leiða mann, ið ikki vil seta føturnar undir seg sjálvan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lítið nyttar at leiða mann, ið ikki vil seta føturnar undir seg sjálvan
- føroyskt orðatak
Innlendis ítróttur

Sunnudagin verður boðað frá nógvum vindi, og tað ávirkar triðja umfar í MeistaraDeildini hjá monnum - Mynd: Jens Jákup Hansen

FSF: Fríggjakvøldið er fyrsti dystur í triðja umfari í MeistaraDeildini hjá monnum á skránni, tá EB/Streymur fær vitjan av KÍ við Margáir í Streymnesi.

Síðani skuldu hinir fýra dystirnir verða spældir sunnudagin 22 . mars.

Men orsaka av keðiligari veðurforsøgn hevur kappingardeildin hjá Fótbóltssambandi Føroya avgjørt at avlýsa allan fótbólt sunnudagin, og í staðin framskunda tríggjar dystir til leygardagin og útseta ein dyst til mánadagin.

B36 og B68 spæla leygardagin klokkan 17:00, og ein tíma seinni, klokkan 18:00 byrjar dysturin millum 07 Vestur og Skála, og klokkan 18:30 fara NSÍ og AB á vøllin.

Fimti dysturin í triðja umfari, sum er millum Víking og HB, verður fluttur til mánakvøldið 23. mars klokkan 18:30.

Veðrið ávirkar eisini fyrsta umfar í MeistaraDeildini hjá kvinnum. NSÍ og Skála møtast við Løkin í Runavík fríggjakvøldið klokkan 19:00, meðan enn óvist, nær hinir tríggir dystirnir í fyrsta umfari verða spældir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #