Veðurstovan: Árnafjørður er innast í einum fjørði, sum vendir í landsynning. Fjøllini rundanum eru høg, og tað kann kennast trongt.
Fjøllini norðan- og eystanfyri verja væl ímóti vindinum. Lítil vindur er í bygdini, tá ið hann er norðan og niður í eystan, men afturfyri regnar illa á hesum ættum og niður í sunnan.
Landsynningur kemur beint inn á fjørðin og er ringasta ætt til bæði mjørka og brim.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



