Fiskamarknaður Føroya: Ísfiskalínuskipið liggur við bryggju. Ein er á og ein er ávegis heim av Flemish Kap, ein er við Eysturgrønland, sjey fiska við Føroyar. Skipini á Flemish Kap og við Eysturgrønland fiska tosk, meðan tey við Føroyar fiska ein blanding av toski, hýsu, longu og brosmu. Onkur hevur eisini verið á Føroya Banka. Onkur kemur at landa í vikuni.
Streymurin verður brúkiligur alla vikuna. Veðrið verður vánaligt fyrst í vikuni, men verður gott seinni í vikuni. Útróðrabátarnir fáa mest av hýsu og so nakað av toski.
Tveir ísfiskatrolarar eru á Íslandsrygginum. Væntandi landar annar í vikuni. Ein er á djúpum vatni og fiskar svartkalva, blálongu og annan djúpvatnsfisk. Hann landar møguliga síðst í vikuni.
Øll pørini eru til fiskarí og fiska upsa og annan hvítfisk. Fiskaríið er smáligt.
Allir trolbátarnir liggja við bryggju
Trý garnaskip fiska svartkalva og koma allir at landa í vikuni. Fiskaríið er brúkiligt.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



