Tórshavnar kommuna: Mikudagin 3. juni er altjóða súkkludagur, og tá eru fleiri vegir stongdir í miðbýnum í Havn frá klokkan 15 til 19 í sambandi við eitt alment súkklutiltak. Vegirnir eru hesir:
-
Tórsgøta frá Steinatúni oman Vágsbotn
-
Sverrisgøta frá Magnus Heinarsonar gøtu til Tinghúsvegin
-
Niels Finsens gøta frá Sverrisgøtu oman á Vaglið
-
Mylnugøta
-
Vágsbotnur til Bøgøtu/Skálatrøð
-
Undir Bryggjubakka
-
Bryggjubakki til Bringsnagøtu
-
Vaglið niðan til Húsabrúgv
-
Bringsnagøta oman til Áarvegin
-
Áarvegur
-
Kopargøta
-
Havnagøta
Gev gætur, at parkeringsplássið á Bursatanga er longu stongt frá klokkan 13.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



