Lívið er tað sum hendir tær ímeðan tú ert upptikin av at leggja aðrar ætlanir
- John Lennon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lívið er tað sum hendir tær ímeðan tú ert upptikin av at leggja aðrar ætlanir
- John Lennon
Innlendis ítróttur

Frá vinstru: Kristin Dam Ziska, aðalskrivari, Eyðun Klakstein, høvuðsvenjari, Christian Andreasen, FSF-forseti og Atli Gregersen, hjálparvenjari - Mynd: www.FSF.fo

FSF: Við avgerðini tryggjar Fótbóltssamband Føroya sær framhald og støðufesti kring A-landsliðið hjá monnum komandi árini. Venjaratoymið hevur síðstu tíðina arbeitt miðvíst við at byggja upp eitt sterkt landsliðsumhvørvi, og tað arbeiðið skal nú halda fram.

– Vit eru sera fegin um, at tað hevur eydnast at leingja samstarvið við Eyðun og restina av venjaratoyminum. Teir hava víst stórt arbeiðssemi og fakliga dygd, og vit hava álit á, at teir kunnu halda fram við menningini av føroyska manslandsliðnum, sigur Christian Andreasen, forseti í FSF.

Eyðun Klakstein fegnast um nýggja sáttmálan.

– Tað er ein stórur heiður at sleppa at halda fram sum landsliðsvenjari. Eg eri takksamur fyri stóra álitið frá FSF og glaður fyri, at vit halda fram við sama venjaratoymi. Vit gleða okkum til uppgávurnar, sum liggja fyri framman, sigur Eyðun Klakstein.

Við nýggja sáttmálanum verður tryggjað, at sama venjaratoymið heldur fram á manslandsliðnum. 

Venjaratoymið
– Eyðun Klakstein, høvuðsvenjari
– Atli Gregersen, hjálparvenjari
– Magni Mohr, kropsligur venjari
– Jákup Reinert Højgaard, greinari
– Géza Tamás Turi, málmansvenjari

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #