Dirvi er at vera bangin, men saðla rossið kortini
- John Wayne

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Dirvi er at vera bangin, men saðla rossið kortini
- John Wayne
Politikkur

Uttanríkis- og Fiskimálaráðið: Í komandi viku fara danskar og bretskar serdeildir at hava eina venjing í Vestmannasundi og har nærhendis. Venjingin ber heitið Lion Protector og tað er norðurevropeiska verjusamstarvið JEF (Joint Expeditionary Force), sum skipar venjingarnar í samstarvi við føroyskar myndugleikar. JEF er verjusamstarv undir bretskari leiðslu, har úrvald NATO lond kunnu handfara hernaðarligar støður í Norðurevropa og á norðurleiðum.

Venjingin er samstundis partur av Arctic Endurance, ið er eitt NATO átak undir danskari leiðslu. Endamálið við Arctic Endurance er at styrkja hjáveruna hjá NATO í Arktis og á norðurleiðunum. At styrkja verju- og trygdarsamstarvið millum Føroyar og Danmark, og onnur sameind, varð umrøtt á fundi millum danska verjumálaráðharran og landsstýrismannin í august í ár. Átøkini verða samskipað og eftirmett í samstarvi millum donsku verjuna og føroyskar myndugleikar.

Endamálið við hesi venjingini er at royna m.a. bjargingarstøður og samstarvið millum luttakandi partar, herímillum Vørn, sum luttekur í venjingini sum føroyskur myndugleiki.

Venjingar sum hesar styrkja um førleikarnar og tryggja eftirlit, tilbúgving og støðufesti í økinum.

Venjingarnar byrja í seinnu helvt av september og halda á fram til fyrst í oktober. 

Í sambandi við venjingina eru partar av havnarlagnum í Vestmanna frámerktir eftir avtalu við kommununa.

Á fundi við Løgtingsins uttanlandsnevnd í morgun hevur landsstýrismaðurin greitt nevndini frá um venjingarnar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #