Íslendska flogfelagið Icelandair hevur avlýst alla flúgving í morgun orsakað av, at teirra flogmekanikarar og starvsfólk fóru í verkfall.
Verkfallið hevur higartil rakt 26 flogferðir til og úr Keflavík og evropeiskum ferðamálum, umframt fimm innanríkisflúgvingar til og úr Reykjavík, sigur Icelandair í fráboðan.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



