Líka frægt ikki at renna sum at renna. Tí øll tíðin tú brúkar at renna í, fyri at leingja lívið, verður brúkt til renningina
- Ónevndur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Líka frægt ikki at renna sum at renna. Tí øll tíðin tú brúkar at renna í, fyri at leingja lívið, verður brúkt til renningina
- Ónevndur
Politikkur

Svar frá Jacob Vestergaard, landsstýrismanni, upp á § 52a-fyrispurning nr. 52-31/2026 frá Bjarna Kárason Petersen, løgtingsmanni, rúmdarvirksemi í Føroyum

Fyrispurningurin er soljóðandi:  
1. Hvat lógargrundarlag er fyri rúmdarvirksemi í føroyskum øki í síni heild?

2. Hvat lógargrundarlag er í Føroyum fyri at staðseta og reka jarðbundið infrakervi, ið hevur til endamáls at samskifta við eindir, ið eru í ringrás kring knøttin?

3. Hvat lógargrundarlag er í Føroyum fyri at staðseta og reka jarðbundið infrakervi, ið hevur til endamáls at senda lutir í ringrás kring knøttin?

4. Sær landsstýrismaðurin møguleikar í eini møguligari rúmdarvinnu í Føroyum?

5. Hvat ætlar landsstýrismaðurin at gera fyri at eggja til eina føroyska rúmdarvinnu?

Svarað verður undir einum: 
Rúmdarvirksemi er ikki regulerað í føroyskari lóggávu. Økið verður mett at fella undir málsøkið flogferðsla og er tískil ikki yvirtikið málsøki, sambært § 1, stk. 2, nr. 4 í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum.

Í Danmark er málsøkið skipað við lov nr. 409 af 11. maj 2016 om aktiviteter i det ydre rum.

Sambært § 23 kann lógin setast í gildi fyri Føroyar við kongligari fyriskipan við teimum frávikum, ið tey føroysku viðurskiftini gera neyðug. Rúmdarvirksemi hevur tó fylt lítið í politiska kjakinum í Føroyum seinastu árini, sum helst er orsøk til, at danska lógin frá 2016 ikki er sett í gildi fyri Føroyar.

Tað er tó ein sannroynd, at okkara grannalond hava økt um virksemið á hesum økinum seinastu árini. Tað er tískil vert at kanna møguleikarnar fyri rúmdarvirksemi av ymiskum slag í Føroyum.  

Av tí at talan er um danskt málsøki, verður annars víst til Ríkisumboðið.  

Vinnumálaráðið, 10. sept. 2026 
Jacob Vestergaard 
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #