Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-029/2026 frá Grími Sundstein, løgtingmanni, settur landsstýrismanninum í vinnumálum, Jacob Vestergaard, um prosjektering av tunlinum til Vestmanna
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Nær verður væntandi klárt at fara undir at prosjektera tunnilin til Vestmanna?
2. Ætlar landsstýrismaðurin at leggja verklagslóg um tunnil til Vestmanna fram fyri Løgtingið hesa tingsetuna?
3. Ætlar landsstýrismaðurin at raðfesta tunnilin til Vestmanna frammarliga í nýggju langtíðarløguætlanini?
Svar til spurning 1
Landsverk hevur arbeitt við tveimum ymiskum tunnilsloysnum. Einum 4,2 km longum tunli úr Kvívík til Vestmanna og einum 6,2 km longum tunli úr Leynum til Vestmanna.
Ein tunnil millum Kvívík og Vestamanna verður mettur til at kosta 550 mió. kr. Við einum váðaískoyti upp á 30%, kostar tunnilin 715 mió. kr. Ein tunnil millum Leynar og Vestmanna verður mettur til at kosta 800 mió. kr. Við einum váðaískoyti upp á 30%, kostar tunnilin umleið 1 mia. kr.
Jarðfrøðiligu kanningarnar eru gjørdar av tunnilsloysnunum. Sambært Landsverki verður arbeiðið at prosjektera tunnilin til Vestmanna gjørt, tá avgerð er tikin um, hvør av nevndu tunlum skal gerast.
Svar til spurning 2
Tá Vestmannatunnilin er liðugt fyrireikaður, og peningur verður játtaður til at gera tunnilin, verður verkætlanin boðin út til arbeiðstakarar. Tá tilboðini eru komin inn, og kostnaðurin er kendur, verður verklagslóg løgd fyri Løgtingið.
Svar til spurning 3
Landsstýrið arbeiðir í løtuni við íløguætlanini fyri árini 2027 – 2036. Árligi íløgukarmurin verður á leið 600 mió. kr. næstu árini. Tað er trupult at raðfesta íløgurnar, tí tørvurin er sera stórur, bæði innan samferðslumál og flest onnur málsøki.
Á fíggjarlógini í ár er peningur játtaður til at fyrireika tríggjar tunlar, umframt Tjørnuvíkartunnilin, sum er liðugt fyrireikaður.
Landsstýrismaðurin vil virka fyri, at allar fyrireikingar til Vestmannatunnilin kunnu gerast lidnar í 2027, soleiðis at verkætlanin verður klár at bjóða út, tá peningur verður tøkur til endamálið.
Jacob Vestergaard
landsstýrismaður
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



