Amerikanska Centcom hevur almannakunngjørt video á X av einum álopi á trý iransk hernaðarflogfør í suðureystur-iranska býnum Kerman.
Sambært CNN, sum hevur staðfest og geolokaliserað videobrotið, er talan um tvey amerikanskt framleidd flogfør, eitt C-130 flutningsflogfar og eitt P-3 vaktarflogfar, umframt eitt russiskt framleitt Il-76 farmaflogfar. Í videobrotinum verður hvørt flogfar rakt minst eina ferð, áðrenn myndin zoomar út fyri at vísa øll trý brennandi á flogvøllinum, skrivar TV 2.
The Iranian regime is losing air capability day by day. U.S. forces aren’t just defending against Iranian threats, we are methodically dismantling them. pic.twitter.com/CrJj2nFtHB
— U.S. Central Command (@CENTCOM) March 12, 2026
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



