Eitt barn, ein lærari, ein bók og ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eitt barn, ein lærari, ein bók og ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
Politikkur

Sambandsflokkurin: Tað eru góð tíðindi at frætta í dag, at arbeitt verður við at skipa eina útgreiningareind í heilsuverkinum, sum skal tryggja fastar mannagongdir, tá illgruni er um krabbamein.

Tá undanfarna samgonga tók við í 2019, varð miðvíst farið undir at fremja ein heilsupolitikk fyri Føroyar.

Hetta var gjørt við Kaj Leo Holm Johannesen á odda, sum var táverandi landsstýrismaður í heilsumálum, og hevði viðgerðartrygd sum høvuðsmál.

Millum tey átøkini, sum skuldu setast í verk, var viðgerðartrygd. Hetta fyri at tryggja, at eingir krabbameinssjúklingar skulu bíða longri enn hægst neyðugt eftir útgreining og viðgerð.

Tað er av allar størsta týdningi, at alneyðuga arbeiðið ikki steðgar á, og tí eru tað góð tíðindi, at núverandi landsstýriskvinna í heilsumálum, Súsanna Bertholdsen, heldur fram við arbeiðinum.

Útgreiningareindin og móttøkueindin eru fyrsti liður, men neyðugt er at framhaldandi raðfesta viðgerðartrygd fyri føroyingar. Byrjast skal har skjót útgreining og viðgerð hevur týdning, og kann bjarga lívum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #