Mikudagin fór VÍF við monnum til Kroatia at spæla tveir dystir í Europa Cup.
Orsøkin til at báðir dystirnir verða leiktir í Kroatia er, at tað er væl bíligari, at báðir dystirnir verða leiktir í einum stað, heldur enn at ein verður leiktur í Kroatia og ein í Vestmanna.
Í morgin kl. 20.00 verður so fyrri dysturin og sunnukvøldið kl. 20.00 verður seinni dysturin leiktur.
Helst eru teir frá Trogir favorittar til at vinna samanlagt. Og hinvegin, so kunna teir frá VÍF hugsa, at einki press er á teimum og so spæla meira frítt.
Livst so spyrst.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



