Svar uppá fyrispurning nr. 52-006/2026 frá Astrið Breckmanna, løgtingskvinnu, settur Akseli V. Johannesen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, um at strika MVG av føroyskum viku- og mánaðarbløðum.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvør er grundgevingin fyri, at føroysk viku- og mánaðarbløð ikki eru fevnd av undantakinum frá meirvirðisgjaldi í § 12 í løgtingslógini um meirvirðisgjald, eins og tíðindabløð eru?
2. Ætlar landsstýrismaðurin at taka stig til at broyta løgtingslógina um meirvirðisgjald, soleiðis at føroysk viku- og mánaðarbløð eisini verða undantikin meirvirðisgjaldi?
Svar til spurning nr. 1:
Meirvirðisgjaldsfríøkan fyri tíðindabløð er ein søgulig og politisk serskipan, sum stuðlar tíðindaflutningi og fólkaræðisligum kjaki, meðan onnur føroysk viku- og mánaðarbløð ikki verða mett at hava somu samfelagsligu endamál. Víst verður til serligu viðmerkingarnar til § 12, stk. 1, litra h, Løgtingstíðindi 1991, blaðsíða 826.
Í Føroyum eru tíðindabløð frítikin fyri meirvirðisgjald við frádrátti, um tey lúka lógarinnar krøv fyri at vera eitt tíðindablað, undir hesum at tey koma út regluliga og viðgera aktuelt tíðindatilfar.
Verandi skipan er galdandi fyri pappír- og talgild tíðindabløð.
Løgfrøðiliga er munurin ikki, um eitthvørt er prentað sum eitt blað ella ein ávís, men um útgávan líkur tey serligu eyðkennini fyri at vera eitt tíðindablað í meirvirðisgjaldshøpi.
Viku- og mánaðarbløð lúka vanliga ikki hesi krøv og rinda tí meirvirðsigjald.
Svar til spurning nr. 2:
Landsstýrisamaður ynskir at kanna, um tað ber til at javnstilla viku- og mánaðarbløð, tá tað kemur til mvg frítøku.
Tinganes, 25. august 2026
Aksel V. Johannesen
Landsstýrismaður í fíggjarmálum
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



