Árni Dam úr Framsókn vil nú hava løgmann at greiða frá, hví ikki allar millumlandaavtalur á fiskivinnuøkinum verða lagdar fyri løgtingið til góðkenningar longur, eins og vanligt var áður. Hann spyr millum annað, hvør hevur heimildina, nær hon fór úr Løgtinginum og um hetta yvirhøvur samsvarar við stýriskiparlógina.
Spurt verður, hvør velur, um ein sáttmáli er “týdningarmikil” sambært grundregluni í § 52, stk. 2, og tí skal leggjast fyri Løgtingið. Nær og á hvørjum lógargrundarlagi hendi broytingin, vil tingmaðurin hjá Framsókn eisini hava løgmann at greiða frá.
Víst verður í viðmerkingunum millum annað á, at í 2014 var strandalandaavtala um makrel aftur undirskrivað.
- Talan var um eina innihaldsliga nýggja avtalu. Fyri Føroyar var talan um ein sáttmála, sum hevði eitt avreiðingarvirði á umleið 5 milliardir krónur. 2014-strandarlandaavtalan um makrel varð góðkend við einari undirskrift frá einum embætisfólki – men uttan at verða løgd fyri Løgtingið til góðkenningar. Staðfestast kann, at eingin strandarlandaavtala um ferðandi fiskastovnar er løgd fyri Løgtingið at viðgera, og enn minni at góðkenna, síðani avtalan um svartkjaft varð løgd fyri Løgtingið í 2006.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



