Óluva Allansdóttir Joensen ynskir hevnd fyri tapið í fjør, tá HB heldur óvæntað vann 1-0 í steypafinaluni ímóti KÍ - Mynd: www.FSF.fo
Óluva Allansdóttir Joensen ynskir hevnd fyri tapið í fjør, tá HB heldur óvæntað vann 1-0 í steypafinaluni ímóti KÍ - Mynd: www.FSF.fo
FSF/Løgmanssteypið 2026 (kvinnur): Fyri Óluvu Allansdóttir Joensen og hinar í KÍ verður ikki hugsað um favoritleiklutin undan finaluni ímóti HB í morgin. Men tað er kortini eingin ivi um, at klaksvíkskvinnur ynskja hevnd fyri tapið í finaluni í fjør.
– Áðrenn eina finalu er nærum líka mikið hvussu stigatalvan í landskappingini sær út, sigur Óluva millum annað í samrøðu við FSF varpið.
Finalan um Løgmanssteypið hjá kvinnum verður á Tórsvølli í annaðkvøld, leygarkvøldið klokkan 18:30. Atgongumerki fáast til keyps í nethandilinum á FSF.fo og á atgongumerki.fo.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



