Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Sirið Stenberg, løgtingskvinna
Svarari: Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum
Evni: Byggiverkætlanir og byggiumsiting hjá Landsverki
Spurningar:
1. Hvør var grundgevingin fyri í síni tíð, at savna byggimálini hjá Landsverki, og nær bleiv hetta gjørt?
2. Kann landsstýrismaðurin geva eitt yvirlit yvir tær byggi- og anleggsætlanir omanfyri 5 milliónir kr., sum Landsverk hevur verið byggiharri á, í tíðarskeiðnum frá 1. januar 2015 og fram til í dag?
3. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, hvussu hesar verkætlanir hava gingið í mun til tíðarætlan og kostnað?
4. Kann landsstýrismaðurin geva eitt yvirlit yvir árligar játtanir til víðlíkahald av almennum bygningum frá 1. januar 2015 til í dag, býtt út á ætlanir ella ráð?
5. Hvørja ávirkan metir landsstýrismaðurin tað hevur, at byggideildin verður býtt sundur á ymisku stjórnarráðini?
6. Hvat verður bíligari og betri við at spjaða fakligu førleikarnar hjá Landsverki út á stjórnarráðini?
Viðmerkingar:
Tað hevur mangan gjøgnum árini verið víst á, at almennar byggiverkætlanir hava gingið illa, uttan at vit hava nøkur beinleiðis tøl um hetta.
Landsstýrismaðurin hevur nú boðað frá, at byggiumsitingin hjá Landsverki nú skal niðurleggjast, og at tað frameftir vera ymisku stjórnarráðini, sum skulu taka sær av byggiverkætlanum. Tí er viðkomandi, at fáa eina ítøkiliga lýsing av støðuni, so vit hava greiðu á, hvussu ymisku byggiverkætlanirnar hava verið handfarnar seinnu árini.
Til hetta er ynskiligt at fáa eitt yvirlit yvir ymisku verkætlanirnar, har vit fáa lýst heitið á ætlanini, hvør er byggiánari, samtyktu játtanina til endamálið, endaliga kostnaðin, ætlaðu byggitíðina og veruligu byggitíðina, umframt fermetraprís á ætlanini. Hugsað verður um verkætlanir omanfyri 5 milliónir kr.
Somuleiðis er umráðandi at fáa at vita, hvørja ávirkan tað kemur at hava, nú fakligu førleikarnir verða spjaddir á 7 stjórnarráð, heldur enn í eina sterka, fakliga eind.
Á Løgtingi, 5. august 2026
Sirið Stenberg
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



