Eitt barn, ein lærari, ein bók og ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eitt barn, ein lærari, ein bók og ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini 
Spyrjari: Súsanna Bertholdsen, løgtingskvinna 
Svarari: Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkis- og mentamálum 
Evni: Miðlingin hjá KVF av lógaruppskotinum um Suðuroyartunnilin

Spurningar:   
1. Hvussu nógv innsløg hevur KVF gjørt um uppskotið til løgtingslóg um fyrireiking, prosjektering og útboð av Suðuroyartunlinum við tilhoyrandi tunnilskervum og vegakervum?

2. Hvussu ofta hevur KVF gjørt samrøðu við umboð fyri P/F Suðuroyartunnilin í hesum innsløgum?

3. Hvussu ofta hevur KVF gjørt samrøðu við umboð fyri fyritøkuna Norconsult í hesum innsløgum?

4. Hvussu ofta hevur KVF gjørt samrøðu við aðrar serfrøðingar, sum P/F Suðuroyartunnilin ráðførir seg við?

5. Er landsstýriskvinnan nøgd við miðlingina hjá KVF av uppskotinum til løgtingslóg um fyrireiking, prosjektering og útboð av Suðuroyartunlinum við tilhoyrandi tunnilskervum og vegakervum?

Viðmerkingar: 
Á heimasíðuni hjá KVF stendur m.a., at:  

- Kringvarpið er til fyri allar føroyingar og sum miðil byggir alt sítt virki á 
meginreglurnar um góðan fjølmiðlasið,

- Føroyingar hava álit á Kringvarpinum, og at álit er ein fyritreyt fyri 
savningarmegini í samfelagnum. Uttan álit er spjaðingin ivaleys; tá tagnar 
samrøðan, og einans skuldsetingar og brigsl standa eftir,

- Aðalmálið er at framleiða og senda dygdargott tilfar og á henda hátt virka fyri, 
at allir borgarar gerast betur førir fyri at taka støðu til og ávirka 
samfelagsgongdina á ein fólkaræðisligan hátt.

Spyrjarin vil fegin vita, um KVF livir upp til egnar leiðreglur um fjølmiðlasið og til aðalmálið hjá KVF, tá tað snýr seg um miðlingina av uppskotinum til løgtingslóg um fyrireiking, projektering og útboð av Suðuroyartunlinum við tilhoyrandi tunnilskervum og vegakervum.

Tí verða hesir spurningar settir landsstýriskvinnuni. 

Á Løgtingi, 23. januar 2026 
Súsanna Bertholdsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #