Hvat er menniskjans fremsta skylda? Jú, at vera trúgv/ur móti sær sjálvum
- Henrik Ibsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Hvat er menniskjans fremsta skylda? Jú, at vera trúgv/ur móti sær sjálvum
- Henrik Ibsen
Politikkur

Føroyskt vinnulív er grundarlagið undir okkara búskapi. Tað eru fyritøkurnar – smáar, miðalstórar og stórar – sum skapa arbeiðsplássini, skapa virðisøkingina og fíggja ein stóran part av okkara vælferðarsamfelag. Uttan eitt sterkt vinnulív, hevði grundarlagið undir okkara samfelag verið nógv veikari.

Men vinnan virkar undir teimum kørmum, sum politikararnir seta. Í hesum liggja m.a. lóggáva, skattlig viðurskifti, avgjøld og onnur krøv, sum fyritøkurnar í stóran mun eru noyddar at laga seg eftir. Hesi seinastu árini hava vit sæð eina røð av broytingum á hesum økin.

Nýggjar lógir og kunngerðir eru settar í verk, sum leggja nýggj krøv á fyritøkurnar. Í fleiri førum er talan um reglur, sum krevja, at fyritøkur skulu orða og viðlíkahalda politikkir og mannagongdir á ymiskum økjum. Ofta tykist tað, sum um slík umsitingartung lóggáva verður avrita úr ES-regluverki, uttan at nógv verður hugsað um, hvørt hetta í veruleikanum er mest skynsama loysnin fyri føroyska samfelagið – og um krøvini í veruleikanum føra til ítøkiligar betringar.

Samstundis hava vit sæð aðrar broytingar, sum eisini ávirka vinnuna. Sjúkradagar, sum arbeiðsgevarin rindar fyri, eru farnir frá tveimum upp í fimm dagar. Gjaldshækkingar eru komnar á sjóvinnuøkinum. Í alivinnuni eru loyvisgjøld broytt og hækkað, og harumframt hevur verið talan um uppskot um eyka skatt. Tænastugjøld fyri tollviðgerð, tinglýsing og aðrar almennar avgreiðslur eru eisini hækkað, og fleiri eftirlitsmyndugleikar hava dagført síni gjøld.

Hvør einstøk broyting kann tykjast lítil í sær sjálvum. Men samlaði kostnaðurin hevur týdning. Tá gjøld hækka á fleiri økjum samstundis, og nýggj og ofta tyngjandi lóggáva verður løgd oman á vinnuna, so merkist tað – serliga hjá teimum smáu og miðalstóru fyritøkunum. Umframt at gjalda peningin krevja broytingarnar størri, tyngri umsiting.

Tí hetta er ikki eitt einstakt mál. Tað er samlaða kappingarførið, sum verður ávirkað.

Vit eru eitt lítið og opið samfelag, og okkara fyritøkur kappast á altjóða marknaðum. Fyritøkurnar kappast um kundar, um kapital og um arbeiðsmegi. Tá karmarnir eru óstøðugir ella kostnaðurin hækkar, ávirkar tað beinleiðis íløguhugin og harvið eisini framtíðarætlanirnar hjá fyritøkunum.

Vinnupolitikkur kann tí ikki bara snúgva seg um einstakar inntøkur her og nú. Hann má byggja á heildarmetingar, tørv og langtíðar hugsan. Hvørja ferð vit hækka eitt gjald ella leggja nýggja regulering afturat, leggja vit eisini nýggjar byrðar á vinnuna. Tí er tað eisini neyðugt at spyrja: hvør er samlaða ávirkanin?

Góðir vinnukarmar snúgva seg um at tryggja eitt samfelag, har tað loysir seg at skapa virði, menna nýggj hugskot og fremja íløgur. Spurningurin í hesum umfarinum er tí grundleggjandi: hvussu tryggja vit støðugar, betri og kappingarførar karmar, so føroyskar fyritøkur kunnu vaksa og skapa arbeiðspláss eisini í framtíðini?

Tí vinnan er ikki bara ein partur av samfelagnum. Hon er motorurin. Kemur skittur í motorin gongur hann ikki so skjótt og kann steðga. Og uttan motorin steðgar ferðin.

Bæði IMF og OECD hava fleiri ferðir víst á, at politikarar eiga at seta karmarnar, men ikki stýra vinnulívinum niður í smálutir. Ov nógv regulering og politisk stýring minkar kappingarføri, nýskapan og vøkstur. Tað sum virkar best, er greið og einfald lóggáva og eitt vinnulív, sum fær frið at skapa virði.

Tørvur er tí ikki á fleiri reguleringum og gjøldum, men heldur tað øvugta. Tíðin er komin at venda kósini og skapa karmar, sum gera tað lættari hjá vinnuni at vaksa og menna seg – og harvið eisini styrkja grundarlagið undir okkara vælferðarsamfelag.

Vit síggja longu í dag, at ES-lond hava trupulleikar við kappingarførinum í mun til USA og Kina. Latið okkum tí ikki blindliga elta somu leið, men heldur skapa okkara egnu loysnir, sum rigga til okkara samfelag.

X við A
X við Fróða Magnussen valevni hjá Fólkaflokkinum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #