Um tú gongur gjøgnum helviti, halt so á at ganga
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Um tú gongur gjøgnum helviti, halt so á at ganga
- Winston Churchill
Vinna

Vinnuhúsið: Fríggjadagin í farnu viku varð árligi Vinnudagurin hildin í Norðurlandahúsinum. Nærum 400 fólk úr vinnulívinum og onnur áhugað vóru savnað til ein innihaldsríkan dag við framløgum, kjaki og íblástri.

Á Vinnudegnum møtast vinnulívsfólk, politikarar og onnur áhugað til at skifta orð, knýta sambond og fáa nýggjan íblástur úr framløgum og kjaki um viðkomandi evni.

Eitt fast innslag á skránni eru heiðurslønirnar Ársins Virki og Vinnuátakið. Í ár fóru tær til ávikavist Smyril Line og Ress spa.

Vit ynskja báðum hjartaliga til lukku við heiðrunum.

Bæði útlendskar og føroyskar røddir vóru á pallinum gjøgnum dagin. Vit takka hjartaliga Claus Søberg Larsen, Ole Hammer, Christina Boutrup, Jaspur Højgaard, Tóra Slættalíð, Kristian Eli Zachariasen, Robert Sivertsen og Dianu Gilstón fyri framløgurnar og íblásturin.

Fult hús var í Norðurlandahúsinum, hýrurin var góður, og framløgurnar vóru fjølbroyttar. Stóri áhugin vísir, at tørvurin á at møtast tvørtur um vinnugreinar, skifta orð og saman hyggja at møguleikunum frameftir er stórur.

Sí myndir her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #