Lítið nyttar at leiða mann, ið ikki vil seta føturnar undir seg sjálvan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lítið nyttar at leiða mann, ið ikki vil seta føturnar undir seg sjálvan
- føroyskt orðatak
Vinna

Hagstovan: Fiskavøruútflutningurin er vaksin nærum 1,2 milliardir krónur, ella 8,5 prosent. Útflutningurin av fleiri av týdningarmestu fiskasløgunum, so sum toski, hýsu, upsa og makreli, er vaksin, meðan útflutningsvirðið á fóðri, lýsi og fiskamjøli er minkað.

Útflutningsvirðið á laksi vaks 174 milliónir krónur í uppgerðarskeiðnum. Tað er ein vøkstur á 2,9 prosent í útflutningsvirðinum hetta seinasta 12-mánaðaskeiðið, meðan nøgdin vaks 25,1 prosent. Hetta svarar til at virðið fyri hvørt kilo er lækkað nærum 18 prosent.

Útflutningsvirðið á toski er vaksið yvir 474 milliónir krónur, ella 48 prosent. Útflutta nøgdin er vaksin við 12 prosentum. Hetta svarar til, at virðið fyri hvørt kilo er vaksið góð 32 prosent.

les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #