Umhvørvisstovan: Barbara Leone, granskingarhjálpari á Umhvørvisstovuni, fer at greiða frá EcoFar-verkætlanini og arbeiðinum við at kanna broytingar í føroysku firðunum seinastu øldina.
EcoFar savnar og greinar søgulig og nýggj vísindalig data og knýtir tey saman við staðbundnari vitan úr Føroyum. Endamálið er at fáa eina betri heildarmynd av, hvussu føroysku firðirnir hava broytt seg yvir tíð.
Ein partur av arbeiðinum er eisini at savna vitan frá fólki kring landið, sum hava lagt til merkis broytingar í einum firði, sundi, vík ella vág. Leinki til spurnarblaðið er her.
EcoFar er ein samstarvsverkætlan millum Umhvørvisstovuna, Havstovuna, Fróðskaparsetur Føroya, Tjóðsavnið og Firum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



