Um vit bert síggja tað, sum vit sjálvi líka, so fáa vit eina rangmynd av tí veruleika, vit liva í
- Kári P

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Um vit bert síggja tað, sum vit sjálvi líka, so fáa vit eina rangmynd av tí veruleika, vit liva í
- Kári P
Politikkur

Svar til § 52a fyrispurning nr. 52-027/2025 frá Bjarna Hammer, løgtingsmanni, til Bárð á Steig Nielsen, landsstýrismann í uttanríkis- og fiskivinnumálum, um kópaveiðu í Føroyum

Spurningar: 
1. Hvussu nógvur kópur er undir Føroyum í dag, og er kópastovnurin vaksin seinastu árini?

2. Hvat vita vit um, hvussu nógvan fisk kópurin etur, og um hann kann hava ávirkan á fiskastovnar undir Føroyum, eitt nú toskastovnin?

3. Metir landsstýrismaðurin, at vit eiga at loyva skipaðari og burðardyggari kópaveiðu í Føroyum?

4. Um so er, hvat skal til fyri at loyva kópaveiðu, og ætlar landsstýrismaðurin at taka stig til tess?

5. Hvussu nørist sandmaðkur í kópi, og hvørja ávirkan hevur tað á botnfisk, sum tosk, seið og hýsu? 

Svar: 
Til nr. 1 

Mett verður, at verandi stovnur av láturkópi er um 1800 kópar. Metingin byggir á teljingar, ið Havstovan hevur gjørt fram við landi um summari í ávikavist 2018–2021 og 2026, har hædd eisini er tikin fyri kópum, ið vóru burtur frá landi, tá talt varð.

Teljingarnar í summar vóru eitt vet hægri enn seinastu teljingarnar, tá 1500 kópar vórðu taldir. Hetta bendir á, at stovnurin er vaksin seinastu árini.

Til nr. 2 
Havstovan hevur ikki savnað miðvísa vitan um ávirkanina frá kópi á fiskastovnar. Ein eldri kanning av føðini hjá kópi vísti, at hann át mest tosk, seið, nebbasild og steinbít, oftast smærri enn 30 cm. Ferðingin hjá merktum kópum hevur víst, at teir mestu tíðina halda seg tætt inni við land, og sjáldan fara langt út frá. Kópur tekur sostatt mestu føðina á botni, inni við land, ið eisini er uppvakstrarøkið hjá toski og upsa. Láturkópur etur 3-4% av síni kropsvekt um dagin. Sostatt etur ein miðalstórur kópur áleið 1500 kg av fiski um árið, og samlaði stovnurin á 1800 kópar sostatt á leið 3000 tons árliga. Tá havt verður í huga, at kópur etur mest av smáum fiski, svara 3000 tons til eitt stórt tal av fiskum.

Kanningar aðrastaðni hava víst, at tað er torført at seta beinleiðis tøl á ávirkanina frá kópi á fiskastovnar, serliga tí vistskipanin er so samansett. Í stovnsmetingunum av botnfiski verður eitt náttúrligt árligt felli á áleið 20% innroknað í stovnsmetingini, ið eisini umfatar át frá kópi. Ein vaksandi kópastovnur kann tó kortini ávirka eitt nú toskastovnin og aðrar fiskastovnar, serliga nú toskastovnurin longu er illa fyri.

Til nr. 3 
Vit eiga at gagnnýta kópastovnin, treytað av, at veiðan verður skipað á einum lívfrøðiliga burðardyggum grundarlagi.  

Verandi kópastovnur er mettur at vera áleið 60% av tí størsta, sum stovnurin hevur verið mettur, ið var 3000 kópar í 1963. Hetta svarar til sama fyrivarnismark, sum NAMMCO hevur ásett fyri, at stovnurin kann metast at vera á burðardyggum støði. Nú kópur ikki longur verður skotin við alibrúk, og teljingar vísa eina lítla øking í stovninum, kann væntast, at rúm er fyri eini burðardyggari kópaveiðu. Havstovan arbeiðir við eini umsitingarætlan, har hesi viðurskifti verða lýst nærri.  

Til nr. 4 
Náttúruverndarlógin ásetir, at veiða og onnur tøka av djórum, sum náttúrliga liva vill, kann bara fara fram sambært lóg ella avgerð við heimild í lóg. Tað er ongin lóggáva, sum skipar kópaveiðu. Eg havi tí biðið fyrisitingina fara undir at fyrireika eitt uppskot til lóg um kópaveiðu.  

Lógin skal hava ásetingar um, hvussu veiðan verður útint, so hon hevur minst møguligan ampa fyri fólk, kóp og náttúru. Lógin skal eisini geva heimild til at áseta friðingar, kvotur, veiðitíðir og veiðiøkir í kunngerð. Í 2019 varð uppskot til kópalóg lagt fyri Løgtingið, sum er eitt gott grundarlag undir arbeiðinum við einum nýggjum lógaruppskoti.

Eitt annað viðkomandi atlit er, at sambært djóravælferðarlógini er bannað at skjóta kóp við høgli. Skal kópaveiða loyvast, skal støða tí takast til, hvørt tørvur verður á at broyta vápnalóggávuna, sum liggur hjá løgmanni.  

Sum partur av hesum skal støða eisini takast til, hvussu fólk fáa atgongd til veiðu og lógligt vápn. Veiðufólk mugu eisini fáa upplæring í at útinna veiðuna og handfara vápn við atliti at tryggleika.

Til nr. 5 
Kópur er høvuðsvertur hjá sandmaðki, ið búnast í maganum, haðani egg fara við skarninum á botn, og verða etin av botndjórum, og síðani av fiski. Toskur, ið etur á botni, inni við land, hevur hægri títtleika av sandmaðkum enn seiður og hýsa, sum eta mest uppi í sjónum, ella úti á. Sandmaðkur, ið vanliga situr í bæði livur og vødda á fiskinum, ávirkar vanliga ikki fiskin stórvegis, annað enn at fiskur, fongdur við sandmaðki, ikki er serliga leskiligur, og kann tí verða fyri virðismissi.

Bárður á Steig Nielsen 
landsstýrismaður 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #