Avgerðandi er ikki at vinna - men at vilja vinna
- Vince Lombardi

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Avgerðandi er ikki at vinna - men at vilja vinna
- Vince Lombardi
Innlendis ítróttur

Parasport Føroyar: Sunnudagin 20. sept. kl. 13.00–15.00 skipar Verkætlanin, Øll við, fyri einum ítrótta- og rørsludegi í høllini í Gundadali fyri børn, sum bera brek ella hava serligan tørv.

Vit byrja við vælkomu og felags upphiting í høllini, áðrenn farið verður út í Viðarlundina á eina rennileið. Aftaná fara vit aftur í Gundadal, har børnini kunnu royna ymiskar ítróttir og aktivitetir.

Endamálið er at skapa ein stuttligan og hugnaligan dag, har øll kunnu vera við á sínum egna støði. Familja, vinir og onnur avvarðandi eru eisini hjartaliga vælkomin at luttaka.

Øll børnini fáa eina Øll við helsi, og vit bjóða eisini okkurt gott at eta og drekka og maskottar frá Betri koma eisini at heilsa uppá børnini. Tiltakið er ókeypis.

Tilmelding í seinasta lagi mánad. 14. sept. á harriet@parasport.fo.

Í tilmeldingini vinarliga upplýsið:

  • navn og aldur á barninum

  • hvussu nógv koma tilsamans

  • um maturin skal vera glutenfríur og/ella laktosufríur

  • um tað er annað, sum vit eiga at vita fyri at geva barninum eina góða og trygga uppliving. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #