Tað sum fær mestu ávirkan á heimssøguna í 20. øld er, at Amerika tosar enskt
- Otto von Bismarck

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Flogvinnan

Flogverksmiðjurnar hava úr at gera og megna ikki at fylgja við. Summi flogfør eru útseld langt inn í næsta áratíggju, tað skrivar Wall Street Journal .

Orsøkin er, at hugurin at flúgva og ferðast er størri nú enn nakrantíð.

Herfyri fekk Airbus ein ordra frá indiska lágprísfelagnum IndiGo uppá 500 flogfør. Sáttmálin hevur eitt virði uppá 340 milliardir krónur. Og Boeing skal byggja 300 flogfør til Ryanair, 100 til United Airlines og 80 til tvey flogfeløg í Saudi Arabia.

Báðar verksmiðjurnar hava boðað frá avbjóðingum við at skaffa lutir og arbeiðsmegi til at byggja øll flogførini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo