Iran hevur "einki álit" á USA og hevur bert áhuga í at samráðast við Washington, um tað er í álvara, segði iranski uttanríkisráðharrin, Abbas Araqchi, í dag, sambært Reuters.
- Mótstríðandi boðskapir hava gjørt, at vit eru mótvilligir viðvíkjandi veruligu ætlanunum hjá amerikanarum um samráðingar, sigur hann og leggur afturat, at Iran er til reiðar at fara aftur í bardaga, men eisini fyrireikað til diplomatiskar loysnir, skrivar TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



